Vinna

 FLYTA keypt vøruflutningin frá Høj

Í hesum sambandi hevur FLYTA eisini keypt tveir av stóru lastbilunum hjá Høj, so fyritøkan framyvir kann bjóða fjølbrottari vøruflutning. Umframt bilar, eru eisini dugnalig starvsfólk, sum áður hava verið knýtt at Høj Flutningi, nú komin í arbeið hjá FLYTA..

2022-08-11 09:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


- Vit eru glaðir fyri hetta keypið, sum gevur okkum nýggjar møguleikar, og gevur okkum møgleika at
bjóða okkara kundum eina enn betri tænastu. At vit samstundis fáa dugnalig starvsfólk og vitan við,
er eitt stórt pluss fyri okkum. Við tveimum bilum afturat, hava vit ymsikar støddir til ymisk endamál,
og tað er avgjørt til gagn fyri kundar okkara, sigur Jógvan Skorheim, stjóri.
Tað var í mars í fjør, at FLYTA keypti tað sum tá æt Klaksvíksleiðin, og síðani tá er fyritøkan alsamt voksin.
Høj Flutningur heldur fram við lastbilaverkstaðinum á Strondum og hava framhaldandi fleiri bilar til onnur
endamál.
- Hetta var náttrúligt hjá okkum nú, hóast vit hava verið í júst hesari vinnuni í rættiliga nógv ár. Vit
hava tó nógv annað virksemið eftir eitt nú kránabilar, trailarar, lastbilaverkstað og Sandoyarleiðina,
sigur Eliesar Fróði Høj, stjóri á Høj Flutningi.
Yvirtøkudagurin var mándagin 8. august.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder