Ítróttur

  Tríggir steypadystir mitt í viku

Mikukvøldið tekur Ternan ímóti SÍ á Toftum

2023-01-16 21:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kvinnur – bólkur 2:

Mikukvøldið tekur Ternan ímóti SÍ á Toftum har avgerðin kann falla hjá kvinnum, hvørt tað verður Ternan ella Mjølnir, sum kemur í hálvfinaluna í steypakappingina.
Men bert ein 3-0 sigur til Ternuna kann tryggja teimum plássið longu mikukvøldið, tí allar aðrar kombinatiónir geva framvegis Mjølni møguleikan at yvirhála Ternuna aftur, tí seinasti dysturin í bólkinum er ímillum SÍ og Mjølnir.
Áðrenn hesar báðar síðstu dystirnar eru Ternan og Mjølnir púra jøvn í stigum og settmuni, og tá siga reglurnar, at úrslitið í dystinum teirra millum er avgernandi - og har vann Ternan 3-2. Við øðrum orðum skal Mjølnir vinna eitt sett meira enn Ternan fyri at yvirhála Ternuna. Skuldi Ternan tapt 3-0 fyri SÍ, og Mjølnir tapt 3-1 fyri SÍ, so hevði Mjølnir farið framum Ternuna.
Men gløggi lesarin hevur sæð, at vit hava tikið tað fyri givið, at SÍ er kemur í hálvfinaluna. Tað er sjálvsagt als ikki vist, tí sum støðan er nú, so er SÍ aftanfyri bæði Ternuna og Mjølnir, og tí krevst, at SÍ vinnur annan av dystunum ímóti Ternuni og Mjølni. Men við 3-2 sigri í øðrum dystinum, so er SÍ í hálvfinaluni.
Steypakappingin, kvinnnur
Ternan-SÍ
Mikukvøldið 18. januar
Kl. 19:00

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder