2024-04-06 23:31
Sørvágs Ítróttarfelag var í síni fjórðu finalu hetta vikuskiftið, og líka nógv føroyameistaraheiti eru komin til høldar, eftir at SÍ seint leygarkvøldið vann 3-2 á Fleyr í finaluni í kvinnuunglingum.
Tað gekk sum eftir ánni hjá SÍ fyrstu tvey settini, sum vóru vunnin lættliga, men so fótaði Fleyr sær og javnaði til 2-2.
Í javnbrótaranum legði SÍ seg á odda 5-1, og eftir hetta kom ikki veruligur spenningur í settið aftur, sum SÍ vann 15-10.
Dagsins leikari gjørdist Helena Skylv Hansen úr Fleyr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald