Vinna

Yvirfriðingarnevndin góðkennir útbygging av havnaøkinum í Tvøroyri

Yvirfriðingarnevndin hevur í skrivið til Tvøroyrar kommunu dagf. 22. mars fráboða, at nevndin góðkennir ætlanina hjá P/F Varðin Pelagic at víðkað havnaøkið á Tvøroyri, umframt tað bygging, sum er framd síðani 2013.

2025-03-23 18:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir gjølla viðgerð og meting staðfestir Yvirfriðingarnevndin, at økið longu áðrenn ætlaðu bygging, hevur havt havna- og vinnuligan dám, og Yvirfriðingarnevndin kemur til ta niðurstøðu -eftir ástaðarfundir og partshoyringar- at útbyggingin ikki kemur at skerja landslagslagið ella fer at minka munandi um almenna útsýnið.

Nú Yvirfriðingarnevndin hevur góðkent verkætlanina, manglar umhvørvisgóðkenningin, sum Umhvørvisstovan hevur viðgjørt og kunngjørt at vera góðkenda hin 25. november 2024, við kærufreist til 23. desember 2024.

Eftirfylgjandi hevur Umhvørvismálaráðið móttikið kæru av umhvørvisgóðkenningini, ið er til viðgerðar hjá landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum d.d.

Varðin Pelagic handaði Tvøroyrar kommunu umsókn um byggiloyvið hin 29. desember 2022, og hevur Tvøroyrar býráð eftirfylgjandi viðgjørt umsóknina við m.a atlitið til at broyta byggisamtyktina fyri havnaøkið samsvarandi ætlanina. Og Tvøroyrar býráð hevur samtykt einmælt at geva byggiloyvið, við m.a. treyta av, at øll onnur loyvi í málinum eru avgreidd og fyriliggja, áðrenn bygt verður.

Verkætlanin fevnir m.a um víðkan av havnaøkinum við uml. 9.000 m², bygging av goymslu- og virkisbygning til framleiðslu av protein og lýsi, uppsetan av fýra stórum silo'um, nýggjum bryggjukanti og einum 60 metra høgum skorsteini.

Tvøroyar kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder