Byggivinnan fylgir vanliga konjunkturgongdini í búskapinum og er tengd at íløguhuganum hjá bæði almennum og privatum aktørum. Ávísin hjá byggivinnuni er fjórða hálvárið á rað fallin. Ávísin var 2 í januar 2026, og ávísin hevur ligið undir langtíðarmiðalinum síðani januar 2025.
Byggivinnan væntar, at arbeiðstørvurin fer at lækka komandi árið. Byggivinnan sigur, at bíleggingarnar eru sum vanligt, men hon hevur sambært kanningini í januar 2026 tryggjað arbeiði í 10 mánaðir fram, samanborið við seinastu kanning frá juni 2025, har byggivinnan hevði tryggjað arbeiði í 12 mánaðir fram. Sambært umboð fyri byggivinnuna, er byggivinnan framvegis bjartskygd, og ferðin í byggivinnuni er vorðin eitt sindur meira vanlig samanborið við, tá ið nógvar stórar verkætlanir hava verið í gongd í senn.
![]()
Handilsvinnan væntar hægri sølu komandi árið
Ávísin hjá handilsvinnuni er vaksin nógv í januar 2026 samanborið við í kanningini frá juni 2025; hann er 33 og liggur nú omanfyri langtíðar miðalið. Handilsvinnan væntar hægri sølu komandi árið og av tí sama bæði økt vørukeyp og øktan arbeiðstørv. Ávísin hjá handilsvinnuni gevur ábendingar um væntanir til eftirspurningin frá eitt nú húsarhaldunum.
![]()
Tænastuvinnurnar vænta lægri eftirspurning komandi árið
Tænastuvinnan fevnir um fleiri vinnugreinar; eitt nú flutningsfyritøkur, gisti- og matstovuvirksemi og aðrar tænastur, sum eitt nú grannskoðanarfyritøkur og advokatskrivstovur. Ávísin hjá tænastuvinnunum er óbroyttur í januar 2026 samanborið við kanningina frá juni 2025. Tænastuvinnan boðar frá, at umsetningurin er øktur seinasta árið, men væntar tó ikki, at sølan fer at veksa komandi árið og arbeiðstørvurin fer tí eisini at minka komandi árið.
Tilfeingisvinnan væntar hægri prísir
Ávísin fyri treystið hjá tilfeingisvinnunum er hækkaður eitt vet í januar 2026 samanborið við kanningina frá juni 2025. Ávísin er 0 í januar 2026 samanborið við -1 í juni 2025, ið møguliga kemur av, at fiskiskapurin í Føroyum var betri í 2025 samanborið við í 2024. Hinvegin er kvotan av bæði makreli og svartkjafti lækkað munandi. Tilfeingisvinnan sigur, at gongdin í seinastuni er batnað.
Les meira í várfrágreiðingini hjá búskaparráðnum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald