Hósdagin 8. desember fara vit á løgtingsval. Eitt val, sum kann vera avgerandi fyri, um gamla siðvenjan hjá føroyingum at fara út í náttúruna verður steðgað ella tryggjað.
Tí er sera umráðandi, at politisku flokkarnir, sum bjóða seg fram á løgtingsvalinum, gera veljaranum púra greitt, hvar tit standa í málinum um atgongd til náttúruna. Veljarin má vita, um tykkara flokkur fer at arbeiða fyri at lógartryggja fólki rættin til at vera í náttúruni. Ella um tit góðtaka, at gjaldsportur, píkatráður og krøv um innheintan av loyvi skulu avmarka atgongdina hjá ungum sum eldri at vera úti í haganum og náttúruni annars.
Føroyingar vita, hvat teir vilja. Teir vilja hava staðfest rættin til at ferðast í náttúruni. Ein kanning hjá Spyr.fo frá september í ár vísir, at uml. 4 av 5 føroyingum vilja hava ein almennan gongurætt settan í gildi. Veljarin hevur tí rætt til at vita, hvat hon/hann kann vænta av tykkara flokki í spurninginum um atgongd til náttúruna, áðrenn krossurin verður settur.
Í valstríðnum til seinasta løgtingsval var spurningurin um atgongd til náttúruna nógv frammi, og fleiri politikarar góvu lyftir um at tryggja atgongdina hjá føroyingum til okkara náttúru.
Nú gott 3 ár seinni stendur fólkið spyrjandi: Vit hava framvegis ikki fingið hendan púra sjálvsagda rættin tryggjaðan í lóg! Ein rættur, sum okkara grannalond fyri langari tíð síðan hava tryggjað bæði borgarum og vitjandi. Tí mugu flokkarnir nú innan løgtingsvalið boða greitt frá, um okkara krossur fer til lógartryggjaðan gongurætt ella fleiri gjaldsportur.
Vinarliga
Hagafelag Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald