Politikkur

Vit kunnu steðga rúsevnunum

Føroyar eru oyggjaland. Vit hava ongi mørk til onnur lond. Tað í sær sjálvum er nóg góð orsøk til, at tað ber til at steðga rúsevnunum, sum í hesum tíðum floyma inn í land okkara.

2022-11-27 10:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

MEN…

Tað hevur ikki verið nóg stórur politiskur vilji at steðga rúsevnunum. Tá vit í Miðflokkinum til tíð og aðra hava skotið upp at herða eftirlitið so nógv, at vit fanga øll rúsevnini, koma altíð mong hugskot um alt annað, sum burdi verið gjørt.

”Meira upplýsing” siga nøkur.

”Foreldrini hava ábyrgdina” siga onnur.

”Fjølbroyttari frítíðartilboð” siga aftur onnur.

Men so hendir ikki meiri. Annað enn tað, at mongdin av rúsevnum økist ár eftir ár.

Og vit í Miðflokkinum hava fegnast um, at so mong góð initiativ eru, sum vilja verja okkara ungu.

Men hava átøkini hjálpt?? Í øllum førum eru fleiri rúsevni í landinum nú enn nakrantíð og fleiri eru komin í torførar lívsumstøður longu sum heilt ung. Tí mugu fleiri átøk til.

NÚ MUGU VIT REISAST

Miðflokkurin vil virka fyri, eins og vit áður hava skotið upp, at øll skip og øll ferðsla um okkara landamark verða kannað. Fleiri tollarar og fleiri rúsevnahundar skulu til verka. Tí persónligu lagnurnar og oyðilagdar familjur eru ein alt ov høgur kostnaður fyri tey og samfelagið. Vit kunnu gera tað betri.

”Men hvat kostar tað og hvør skal fíggja tað?” spyrja fjølmiðlarnir alla tíðina.

Vit kunnu venda spurninginum: Hvat kostar tað, at so mong mugu í viðgerð? Og hvør fíggjar tað?

Mín pástandur er, at tað kostar minni at herða eftirlitið og steðga rúsevnainnflutninginum.

Vinningurin er, at fleiri ung og familjur teirra verða bjargað undan svárum trongstøðum, kunnu breiða sínar veingir út og fevna lívinum við vón og áræði.

Við Miðflokkinum veitst tú, hvat tú fært.

Bill Justinussen

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder