Skúlablaðið skrivar:
Vit vísa á tað aftur og aftur, at tað hevur týdning at granska í okkara egnu viðurskiftum. Veruleikin er bara, at samanborið við onnur øki verður lítið granskað og kannað í skúla og útbúgving í Føroyum. Tað eiga og mugu vit gera nakað við, heldur Frida Poulsen, útbúgvingarleiðari á Námsvísindadeildini.
- Vit arbeiða á Námsvísindadeildini við at raðfesta gransking hægri. Skal tað eydnast, mugu vit sum samfelag raðfesta námsfrøðiliga gransking hægri. Ein fortreyt er eisini, at vit sjálv á Setrinum eru tilvitað um týdningin at granska í okkara egnu viðurskiftum, herímillum eisini raðfesta gransking í skúlaviðurskiftum.
Á Námsvísindadeildini hevur verið arbeitt miðvíst fram ímóti, at fólk skulu fáa umstøður at granska. Útbúgvingarleiðarin vísir á, at tørvur er á bæði smærri og størri granskingarverkætlanum.
- Vit hava líka stóran tørv á smærri verkætlanum sum teimum stóru. Vit eiga at granska í fakdidaktikki, skúlatilfari, ymsu lærugreinunum, námsfrøði, sernámsfrøði, skúlaskipanini og nógvum økjum í henni. Tað er neyvan bara ein orsøk til, at vit hava so lítla gransking í skúlaviðurskiftum, men eg hugsi, at ein orsøk er, at vit í so lítlan mun hava sett ljóskastaran á týdningin at menna skúlaskipanina og skúlaverkið á einum granskingargrundarlagi. Granskingin í skúla- og barnalívi og námsfrøði er sum heild lítið av, og í skúlapraksiss so at siga einki av. Læraraútbúgvingin hevur sum fremstu uppgávu á at útbúgva fólkaskúlalærarar grundað á gransking í økinum, og tí mugu vit hava meiri gransking í skúlaskapi og námsfrøði í føroyskum jørðildi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald