Samlaðu innlánini í føroysku bankunum íroknað útlendskar deildir vóru í september 2025 25,8 mia. kr., meðan samlaðu útlánini vóru áleið 22,6 mia. kr. til føroyskar og útlendskar kundar.
Innlánsyvirskotið í føroysku peningastovnunum var 3,2 mia. kr. í september 2025. Innlánsyvirskotið er innlán (uppsparing) í føroyskum peningastovnunum íroknað útlendskar deildir, frátrekt útlán hjá somu. Innlánsyvirskotið vaks við meir enn 1 mia. kr. í tíðarskeiðinum juni til juli 2025, sí mynd 1.
Innlánsyvirskotið fall í 2021 orsakað av søluni av donsku deildini hjá Føroya Banka.
Mynd 1. Innlánsyvirskotið er økt

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið seinnu hálvu 2025 her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald