Vinna

Vísindavøka á ferð á Sørvágs Bókasavni í kvøld

.

2024-09-18 16:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 





Vísindavøkan er á ferð kring landið. Talan er um fimm tiltøk í tíðarskeiðinum frá 16. til 23. september.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum.


Mikukvøldið 18. september kl. 19 verður vitjað á Sørvágs Bókasavni.


Skrá
Ættarbandsskráin og framburðurin av ó í Tórshavn og Vágum
Hjalmar P. Petersen, Fróðskaparsetrið 

Føroyskar fjarðaprosessir – samband millum føroyskar firðir og landgrunnin kannað við FarCoast
Sissal Vágsheyg Erenbjerg, Firum

Hvar endar lorturin? - betri umhvørvisráðlegging við botnfalsmyndlan
Birgitta Andreasen, Firum 

Tiltøkini eru øll almenn og ókeypis.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder