Mikudagin 30. mars hevði Løgtingið aðalorðaskifti um frágreiðingina, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hvørt ár skal leggja fram um lógina um sjófeingi.
Ein frágreiðing, sum Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis og framsøgufólk floksins í fiskivinnumálum, í síni framsøgurøðu mest av øllum helt minna um eini minningarorð um føroyskan fiskivinnupolitikk. Tí valdið í fiskivinnuni og ræðið á fiskirættindunum longu er avreitt til nakrar fáar reiðarar, sum á privatum uppboðssølum og við útlendskum ognarlutum í rygginum kunnu keypa og selja rættindini sínamillum – tað er at keypa og selja atgongdina til fiskiríkidømið, sum sambært lógarinnar bókstavi er ogn hjá øllum Føroya fólki.
Tí er talan um størsta ránið í søguni, sum er framt ímóti øllum Føroya fólki, og frágreiðingin hjá landsstýrismanninum er bara ein staðfesting av hesi støðuni, heldur Høgni Hoydal.
“Frágreiðingin hevur onki mál og ongar ætlanir um nakrar broytingar, annað enn at lata tey seinastu rættindini út til teir somu aktørarnar, sum frammanundan sita á at kalla øllum”, sigur hann.
Tjóðveldi ætlar tó ikki at gevast á hondum og bara sita og hyggja at, uttan at gera okkurt. Tí tað ber enn til at tryggja eitt minstamát av skili og rættvísi á ávísum økjum í fiskivinnupolitikkinum, og fram eftir má tryggjast, at stóra fiskiríkidømið umframt at koma øllum fólkinum til góðar eisini kann vera bulurin í tí sjálvberandi búskapinum, sum vit øll ynskja, og sum er ein fortreyt fyri teimum frælsu Føroyum, sum Tjóðveldi ynskir.
Men átøkini mugu gerast skjótt, áðrenn ov seint er, leggur formaður Tjóðveldis dent á.
“Vit í Tjóðveldi ætla ikki, at føroyskur fiskivinnupolitikkur skal enda her. Hóast tað ivaleyst eru nógv, sum hava hug at geva upp, tá tey síggja, hvat gongur fyri seg, so ber enn til at binda fyri og gera ábøtur. Tað ætla vit at leggja allar kreftir í at fáa eina so breiða undirtøku fyri í tinginum, sum til ber. Vit fiska 700.000 tons árliga, svarandi til 12 tons fyri hvønn íbúgva, sum aftur svarar til 35-40 kilo av fiski til hvørt einasta fólk í landinum um dagin. Hetta er ikki eiti á virðum at byggja land fyri, men vit fara heldur til Danmarkar at biðja um blokkstuðul”, sigur Høgni Hoydal.
Í síni røðu vísti hann á seks viðurskifti, sum Tjóðveldi ætlar at arbeiða hart fyri annaðhvørt at fáa broytt ella knæsett í fiskivinnupolitikkinum:
- Manningarnar hava onki ræði á fiskirættindunum og skuldu tí heldur ikki gjalda tilfeingisgjald.
- Útlendskur ognarskapur skal út úr føroysku fiskivinnuni beinanvegin.
- Tað skal ikki vera loyvt privatum aktørum at selja rættindi – Fólksins ogn – sínamillum. Skulu rættindi skifta hendur, skal tað gerast um ein opnan almennan marknað.
- Viðvíkjandi heimaflotanum: Lívfrøðiliga grundarlagið undir kreppurakta upsafiskiskapinum skal kannast gjølla. Støða skal eisini takast til, um høvið nú er at minka um talið á aktørum í upsafiskiskapinum, so at líkindi verða hjá færri aktørum at klára seg, heldur enn at nógvir aktørar eru, og ongin klárar seg. Eisini skulu aðrir lívfrøðiliga og umhvørvisliga meira skynsamir hættir at fiska upsan roynast. Fiskiskapurin hjá línuflotanum og teimum størru útróðrarbátunum skal flytast longur út, so at teir smærru útróðrarbátarnir fáa betri umstøður á teimum innaru leiðunum.
- Ein fólkaatkvøða skal samtykkja, at alt livandi tilfeingi er fólksins ogn, og hetta skal eisini staðfestast í eini komandi føroyskari grundlóg. Atgongdin at fiska verður at meta sum ein tíðaravmarkað leiga, og atgongdin skal ikki kunna seljast ella arvast. Tíðaravmarkingin skal vera effektiv, so at talan ikki verður um rullandi loyvi. Virðið av atgongdini til fiskiríkidømið – tann sonevnda tilfeingisrentan – sum í dag verður keypt og selt millum fáar privatar aktørar, skal sjálvsagt gjaldast til Føroya fólk, sum eigur náttúrutilfeingið.
- Atgongdin at fiska og nýggj rættindi skulu vera atkomilig fyri øll, sum vilja bjóða seg fram til í fríari kapping at fáa mest burtur úr tilfeinginum. Tí føroyskur fiskivinnupolitikkur má fara at snúgva seg um, hvussu vit fáa meira virði burtur úr hvørjum einasta kilo av øllum okkara ríka tilfeingi, heldur enn bara at vera ein spurningur um, hvussu nógv kilo hvør einstakur aktørur skal sleppa at fiska.
Høgni Hoydal
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald