Vinna

Ammoniak leki umborð á Tasiilaq

Ein ventilur er farin umborð á Tasiilaq, sum liggur á Fuglafirði.

2025-09-12 18:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgreglan biður fólk halda seg burtur frá kaiøkinum á Fuglafirði, og heita á fólk ið búgva tætt við havnaøki um at koyra vindeygu og hurðar aftur.

Løgreglan fekk fyri løtu síðani eina fráboðan frá átaksleiðarinum í Fuglafirði, at ammoniak leki er umborð á Tasiilaq.

Í løtuni er eingin vandi á ferð, men av løgreglustøðuni verður heitt um at koyrda vindeygu og hurðar aftur.


KL.20.20 nýggjasta - Nú er vandin av umborð á Tasiilaq, sigur løgreglan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder