Vinna

Vinnuhúsið vitjar í Vesturøkinum

Mánadagin 6. novembur kl. 16.00 skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri kunningartiltaki Úti á Gjógv í Sandavági

2023-10-18 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tiltakið er fyri fyritøkur í vesturøkinum, men aðrar fyritøkur kring landið eru sjálvsagt eisini vælkomnar at luttaka.

Føroya Arbeiðsgevarafelag roynir stútt og støðugt at koma tættari at sínum limum í teirra gerandisdegi. Felagið hevur limir kring alt landið, og tí verður javnan skipað fyri tiltøkum og vitjanum kring landið.

Skrá:

Kl. 16.00
Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, bjóðar vælkomin.

Kl. 16.15
Súsanna Berg, ráðgevi í burðardygd í Vinnuhúsinum, greiðir frá hvussu fyritøkur kunnu arbeiða við burðardygd og hvørjar tænastur Føroya Arbeiðsgevarafelag veitir limum.

Kl. 16.45
Jórun Gardar, ráðgevi í arbeiðsmarknaðarmálum í Vinnuhúsinum, greiðir frá um teir spurningar og avbjóðingar sum ganga aftur í starvsfólkaviðurskiftum. Hon greiðir eisini frá um arbeiðsvikuna í Føroyum og um kanning, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt.

Eftir framløgurnar verður bjóðað kaffi og køka, og fólk hava høvi at tosa saman.

Tiltakið er alment, og til ber at melda til tiltakið á [email protected] ella á telefon 309900.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder