Vinna

Vinnudagurin: Fimm føroyskar fyritøkur framløgu um Artificial Intelligence

Á Vinnudegnum fara vit síggja hvussu partar í vinnuni í Føroyum brúka Artificial Intelligence (AI) til at loysa ítøkiligar uppgávur.

2024-09-16 13:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Fimm føroyskar fyritøkur fara, við heitinum “AI í verki”, at hava stuttar fyrilestrar um, hvussu tær nýta AI til at loysa ítøkiligar uppgávur í sínum virksemi. AI hevur verið eitt heitt evni seinastu tíðina, men tað kann tykjast ógreitt, hvussu tøknin kann nýtast í praksis. Í hesum fyrilestrum fáa vit nú eitt greitt innlit í, hvussu føroyskar fyritøkur brúka AI til at menna og effektivisera sítt arbeiði.

Fyrilestrarnir fevna um ymiskar vinnugreinar og geva eitt breitt innlit í, hvussu AI kann hjálpa við uppgávum sum sjálvvirkandi dátugreining, framleiðslustýring og nýskapan.

Tað vera Jaspur Højgaard, Føroya Tele, Terji Nielsen, SEV, Bárður D. Christiansen, MAP Arkitektar, Arne Winthereig, Mowi og Suni Justinussen, GroAqua, sum á Vinnudegnum fara at greiða okkum frá, hvussu tey nýta AI til at loysa uppgávur í fyritøkuni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder