Lýsing

Vinn pening í summarfrítíðarstarvi í Vága Floghavn

Vága Floghavn leitar eftir nøkrum ágrýtnum og røskum fólkum til ymiskar fyrifallandi arbeiðsuppgávur í summar.

2023-06-15 23:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vil tú vinna pening í summarfrítíðini, og hevur tú áhuga í at arbeiða við uppgávum einamest uttandura, so er hetta kanska tað rætta fyri teg.

Arbeiðsuppgávurnar verða fjølbroyttar, men tú fert í høvuðsheitum at arbeiða við uppgávum so sum at sláa gras, syrgja fyri at viðførisvognar altíð eru tøkir til tey ferðandi, at viðlíkahalda hegnið kring flogvøllin, at mála, og aðrar fyrifallandi uppgávur.

Starvið er 40 tímar um vikuna og arbeiðstíðin er millum 8 og 16, men vit eru opin at avtala annað tímatal og aðrar arbeiðstíðir nærri við teg, um tú ynskir tað.

Setanartreytir:

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Arbeiðarafelagið.


Serligar treytir:

Ein treyt fyri at arbeiða hjá Vága Floghavn er, at tú hevur reina revsiváttan.


Umsóknarfreist:

Umsóknir skulu vera Vága Floghavn í hendi í seinasta lagi mikudagin 21. juni, kl. 12.00.

Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir avtalu.

Umsókn:

Umsókn, saman við møguligum viðmælum skal sendast við telduposti til:

[email protected]

Arbeiðsgevarin tilskilar sær rætt til at velja frítt millum umsøkjararnar.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Rúna Emil Johansen, rakstrarleiðara, á telefon 784440, ella við at senda ein teldupost til [email protected].

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder