2025-02-24 07:39

Tað hevur verið nógvur vindur í nátt, og nakað áðrenn klokkan fimm í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bussur hjá bygdaleiðum var tikin av vindinum, og koppaður útav vegnum. Hetta hendi í Kollfjarðardali.
Sagt verður av løgreglustøðini, at tað var so nógvur vindur, at løgreglufólkini høvdu torført at arbeiða á staðnum í morgun.
Bussurin hevur fingið skaða, og førarin er koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Bussurin var á veg suður til Havnar at byrja rutukoyring.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald