
Fyrst fór Guðrið Hansdóttir til Norðurnoregs at umboða Føroyar við sanginum Blátt myrkur. Síðani fór Esther Skála til Nuuk við sanginum Dansur á rósum. Hvør verður næsti føroyski tónleikarin at luttaka í tónleikakappingini Pan-ArcticVision?
Tónleikakappingin Pan-ArcticVision er fyri økini kring Arktis. Sangarar og tónleikarar hava møguleika at umboða Føroyar.
Pan-ArcticVision verður í ár 18. oktobur í Igaluit, Nunvut (Kanada) og verður stroymd beinleiðis úr Iqaluit til hyggjarar í øllum Arktis. Hetta er triðju ferð, at kappingin verður hildin.
Norski listabólkurin NORDTING / The Northern Assembly skipar fyri. Norðurlandahúsið er samstarvsfelagi í Føroyum.
Freistin at senda inn tónleikaíkast er 1. mai. Les meira um kappingina og melda til her: https://www.nlh.fo/fo/tidindi/tidindi-ur-nordurlandahusinum/kom-og-kappast-i-tonleikakappingini-pan-arcticvision-1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald