Hetta fært tú høvi til mánadagin 23. september kl. 14-17, tá ið Føroya Tele skipar fyri tiltaki í høvuðssætinum í Hoyvík. Á skránni eru fyrilestrar, har ið Andreas Mogensen, ESA-astronautur, Per Lundahl Thomsen, høvuðsráðgevi á DTU Space, og David Arge Klevang, lektari á DTU Space, kasta ljós á framtíðarmøguleikarnar, sum Føroyar og Arktis hava í rúmdini.
Per Lundahl Thomsen fer at tosa um týdningin, sum fylgisveinar og fylgisveinadátur hava bæði í nútíðarsamfelagnum og í framtíðini, og David Arge Klevang fer at tosa um týdningin, sum rúmdin kann hava fyri infraskipan, samskifti og vinnumøguleikar í Føroyum og Arktis.
At enda fer Andreas Mogensen at greiða frá royndum, rúmdarferðum og seinastu Huginn-ferðini, sum vardi í seks mánaðir. Hann fer eisini at tosa um tøkni og infraskipan, sum gera tað møguligt at gagnnýta rúmdina til frama fyri innovatión og burðardyggari menning.
Her er skráin:
14:05 – 14:10 | Vælkomin v/Kristian Reinert Davidsen, samtaksstjóra í Føroya Tele
Kristian Reinert Davidsen bjóðar vælkomin og kastar ljós á evnið, sum er á skránni.
14:10 – 14:25 | Fylgisveinar og infraskipan í rúmdini v/Per Lundahl Thomsen, høvuðsráðgeva í DTU Space
Per Lundahl Thomsen tosar um avgerandi týdningin, sum fylgisveinar og fylgisveinadátur hava bæði í nútíðarsamfelagnum og í framtíðini.
14:25 – 14:40 | Leikluturin hjá fylgisveinum í Norðuratlantshavinum og Arktis v/David Arge Klevang, lektara í DTU Space
David Arge Klevang tosar um týdningin, sum rúmdin kann hava fyri infraskipan, samskifti og vinnumøguleikar í Føroyum og Arktis, og hvussu hetta kann verða til fyrimunar fyri samfelag, vinnulív og stovnar.
14.40 – 15.00 | Steðgur
15:00 – 15:45 | Royndir og sjónarmið úr rúmdini v/Andreas Mogensen, ESA-astronauti
Andreas Mogensen greiðir frá royndum, rúmdarferðum og seinastu Huginn-ferðini, sum vardi í seks mánaðir. Hann fer eisini at tosa um tøkni og infraskipan, sum gera tað møguligt at gagnnýta rúmdina til frama fyri innovatión og burðardyggari menning.
15.45-17.00 | Móttøka og netverkan
Vinarliga
Føroya Tele
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald