Politikkur

Viðmerkingar til skriv um vinnuøkið niðri á Tjørn

Býráðið hevur einmælt samtykt eina visjón fyri Vága kommunu, sum fevnir fram til 2032. Tríggjar grundsúlur mynda visjónina fyri, hvussu kommunan skal mennast framyvir. Ein av hesum grundsúlunum er, at kommunan skal vera ein virkin og skapandi kommuna. Hetta merkir, at hon skal stimbra nýskapandi karmar, stuðla vinnu, mentan og ferðavinnu og arbeiða fyri at draga til sín fjølbroyttar vinnufyritøkur, mentan og ferðafólk.

2024-11-09 18:52 Author image
-
placeholder

Í visjónini stendur m.a. um vinnulív og ferðavinnu:

Vinnulív

Kommunan ynskir at gerast ein góður viðleikari um framtíðar karmar fyri vinnuna. Millum annað verða hesir møguleikar kannaðir nærri:

Grótbrotið í Sandavági

Økið norðuri á Heiðum og Niðri á Tjørn

Økir til skrivstovufyritøkur og lættari ídnað

Miðstaðarøkir í mun til borgarar og ferðafólk

Hillingartangi


Ferðavinna

Í náttúruvøkru og veðurgóðu Vágum er somuleiðis upplagt at gera meira innan ferðavinnuna, sum væntast at taka dik á seg komandi árini. Kommunan ynskir at gerast ein meiri virkin viðspælari, saman við Visit Vágar, fyri at tryggja, at verulig tøk verða tikin – eitt nú:

At gera serligar gøtur, sóljuleiðir, sum leiða ferðafólkini trygt á leið til vøkru støðini í oynni

Vinnuferðavinna verður sett á breddan og raðfest

Ferðavinnumøguleikar Niðri á Tjørn verða kannaðir nærri, eins og matstovur og kaféir eiga at gerast ein natúrligur partur av býarmyndini.

Hetta samsvarar væl við verkætlanina sum ein avtala er gjørd um, har eitt vinnuøki er útleigað til eina fyritøku, ið hevur ætlanir um at byggja smáttur til útleigan til ferðafólk og vinnuferðavinnu, eisini føroyingar. Eitt krav fyri at gera leiguavtaluna var, at fyritøkan er skrásett í kommununi, so vinnuskatturin verður verandi í kommununi. Áðrenn byggiloyvi verður útskrivað, skulu greiðar tekningar gerast av smáttunum og økinum, sum síðan verður viðgjørt í nevndum og býráðnum.

Á einum eyka býráðsfundi tann 1. oktober 2024 samtykti býráðið einmælt at skipa norðara partin av økinum sum leiguøki, meðan heimari parturin skuldi setast til sølu. Hetta hevur verið kunngjørt á heimasíðuni hjá kommununi, og ein sølulýsing hevur staðið í miðlunum í ein mánað.

Bjarni Prior

Borgarstjóri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder