Politikkur

Viðmerking til skriv hjá Trivnaðarlistanum um málið niðri á Tjørn í Miðvági

Eg fái ikki annað enn viðurkent, at hetta er eitt mál, ið hevur vakt nógv kjak og kenslur, og tað vísir á eitt livandi og áhugað fólkaræði.

2024-11-10 23:56 Author image
-
placeholder

Borgarstjórin gjørdi eitt væl grundað val við at mæla til, at hetta evni ikki varð høvuðsmálið á veljarafundinum í kvøld. Hetta gav teimum nýggju valevnunum á báðum okkara listum eitt størri frælsi at hugsavna seg um síni egnu vallyfti og teirra visjónir fyri kommununa, uttan at kjakið um øki niðri á Tjørn fór at skugga fyri.

Tá ið talan er um nýggj valevni, er ikki altíð lætt at koma inn í longri og torgreidd mál, og her metti borgarstjórin, at tað var best, at fundurin hevði breidd í evnum, so vit fingu høvi at hoyra meira um ymisk valmál og sjónarmið. Hesum taki eg fult undir við, og er tað mín sannføring, at hetta var ein góð avgerð hjá borgarstjóranum.

Vit mugu eisini minnast, at nýggju valevnini hava nógv at bjóða okkara kommunu, og tey hava brúkt nógva orku upp á at menna síni mál og hava fyrieika seg til evnini, ið vóru á skrá til valfundin í kvøld.

Hetta er eitt stórt mál, sum sjálvandi skal viðgerast grundiga og opið, og eg havi fult álit á, at vit fáa allar spurningar á borðið. Verandi og komandi bygdarráðslimir hava ábyrgdina av at gera allar upplýsingar tøkar, og eg eri sannførd um, at hetta verður gjørt á rættan hátt, bæði fyri bygdaráðið og fyri borgararnar.

Sum borgarstjórin eisini kunnaði um, so verður málið lýst enn betur fyri borgarum við nýggjum 3d tekningum, umframt at borgarafundur um einans hetta málið verður settur á skrá - til verandi býráðslimir at standa til ábyrgd fyri, ikki nýggju valevnini. At vevja nýggju og óroyndu valevnini í hetta málið, eigur ikki at vera okkara endamál.

At enda ynski eg at leggja afturat, at vit øll hava áhuga í at síggja góðar verkætlanir og menning fyri kommununa. Tað er okkara felags ábyrgd at skapa eitt sterkt og samstarvssinnað samfelag, har vit kunnu taka væl ímóti nýggjari vinnu, ið kann stuðla undir okkara trivnað og framtíð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder