Politikkur

Við virðing og sjálvsvirðing á fólkating

- Eg ynski at byggja upp eitt javnsett og virðiligt samstarv við flokkarnar á Fólkatingi og komandi donsku stjórnina, har eg týðiliga og áhaldandi geri greitt, at tað eru vit í Føroyum, sum eiga avgerðarrættin í øllum málum, sum viðvíkja okkum. Tað sigur Liljan Weihe, sum á fyrsta sinni stillar upp til Fólkatingsval.

2022-10-05 08:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

- Vit skulu brúka allar atkomuligar pallar og amboð til at kunna um og skapa virðing fyri føroyskum viðurskiftum – og fólkatingssessurin letur upp fyri fleiri teirra.

Men tað ber ikki til at byggja upp eitt virðiligt og javnsett samstarv við danir ella nakran annan, um vit við aðrari hondini ynskja at vera tikin í álvara, meðan vit biðja um olmussur av øllum hugsandi slagi við hinari.

Okkara sjálvsvirðing – og avgerðarrættur – er ikki til sølu fyri nakrar krónur á donsku fíggjarlógini.

Á VARÐHALDI

Heimurin er vorðin ótryggari. Tað er kríggj í Evropa. Vit merkja av álvara veðurlagskreppuna og búskapurin er undir trýsti. Heimsskipanin, sum vit kenna hana, er broytt. Valdsjavnvágin millum stórveldini broytist. Og hetta merkist eisini í Føroyum.

Tí er tað týdningarmiklari enn nakrantíð, at Tjóðveldi fær umboð á Fólkating. Tað er á Fólkatingi, at vit fáa kunnleika til mál, sum viðvíkja Føroyum á uttanríkis-, trygdar- og hernaðarøkinum. Og tað er á Fólkatingi, at vit kunnu gera stjórn, ráðharrum og Fólkatingi greitt, at avgerðir um Føroyar skulu takast í Føroyum.

Í hesum ótryggu tíðum skulu vit eisini tryggja, at avgerðarrætturin um málsøki, sum í áratíggju hava ligið í Føroyum, ikki verður flutt niður aftur til Danmarkar, tí hesi knappliga eru vorðin “trygdarmál” ella verða kallað “kritiskt infrakervi”. Tvørturímóti, mugu vit halda fast í, at avgerðarrætturin er okkara, og at vit skulu vera við í øllum liðum, har okkara uttanríkis-, trygdar- og hernaðarmál vera lýst og viðgjørd – eisini í altjóða høpi.

Vit mugu tryggja, at tað eru vit – Føroya fólk, landsstýri og Løgting – sum taka allar avgerðir, sum viðvíkja okkum og okkara tjóð.

OPINLEIKI OG GJØGNUMSKYGNI

Støðan í heiminum hevur ikki verið so ótrygg og spent síðani Kalda Kríggið. Tí er tað meira umráðandi enn nakrantíð, at vit hava eina veruliga føroyska rødd á Fólkatingi. Eina rødd, sum tryggjar opinleika og gjøgnumskygni – og sum talar at, um vit eru fyri órætti.

- Við Tjóðveldi á Fólkatingi tryggja vit, at bæði Føroya fólk og politiska skipanin í Føroyum altíð eru kunnað um viðurskifti, sum viðvíkja okkum, sigur Liljan, sum í fleiri umførum hevur arbeitt á Fólkatingi og tí kennir arbeiðsgongdirnar á Christiansborg.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder