Vinna

Vesturvarði sett kós ímóti Føroyum

Vesturvarði er longdur í Thyborøn.

Mynd: Jan Møller.

Mynd: Jan Møller.

2023-07-28 12:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vesturvarði setti í nátt kós ímóti Føroyum, og verður væntandi á Sørvági seinnapartin sunnudagin.

Tað var tann 27. oktober, at vit skrivaðu um, at sørvingar høvdu keypt ein trolara úr Orknoyggjunum, talan var um trolaran AALSKERE, sum fekk navnið VESTURVARÐI, tað er eitt felag í Sørvági, sum nú eigur trolaran.

Upprunaliga var Aalskere 35,25 metrar og tá sørvingar keyptu skipið, var avgjørt beinavegin at leingja skipið við 6 metrum. Tískil er Vesturvarði 41,25 metrar langur. Hetta arbeiði er gjørt hjá somu skipasmiðju sum bygdi skipið í 2019, Kynde & Toft í Thyborøn í Vesturjyllandi. Tað arbeiði byrjaði í januar.

Hetta er fimti Vesturvarði við navninum, teir frammanundan hava verið: Vesturvarði (1939), Vesturvarði TN (1969), Vesturvarði (1984), Vesturvarði (2009) og nú Vesturvarði (2022). Les meira her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder