Mentan

Verjið almennu fyrisitingina!

.

2025-01-29 13:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Verjið almennu fyrisitingina!

Nógv hevur verið sagt og skrivað um almenna geiran seinastu árini, og ágangurin hevur tíverri bara verið vaksandi.

Tað er hugstoytt at síggja seinasta innsparkið um almennu fyrisitingina frá Vinnuhúsinum, einum av okkara nærmasta samstarvspørtum. Einum, sum varðar av trimum av fimm sáttmálum, Starvsfelagið hevur við arbeiðsgevarasíðuna.

Úrslit í almenna geiranum kunnu skiljast á fleiri mátar, treytað av sjónarhorninum.

Yvirhøvur snýr tað seg um at røkka teimum ynsktu úrslitunum, sum skapa virði fyri samfelagið, og at útvega munagóðar og varandi loysnir til tørvin hjá borgarunum.

Her eru nøkur høvuðs viðurskiftir, sum kunnu fremja framgongd í almenna geiranum:

Effektiv nýtsla av tilfeingi: At brúka almennar pengar á ein hátt, sum maksimerar fyrimunin fyri samfelagið, bæði fíggjarliga og sosialt.

Tænastur av høgari dygd: At tryggja, at almennar tænastur, so sum heilsa, útbúgving og undirstøðukervi nøkta tørvin hjá íbúgvunum á høgum stigi.

Gjøgnumskygni og ábyrgdarskylda: Borgarar mugu vera førir fyri at fylgja við, hvussu avgerðir verða tiknar, og hvussu tilfeingi verður brúkt. Hetta fremur álit á almenna geiran.

Nýskapan og tillagingarevni: Almenni geirin má vera førur fyri at laga seg eftir broyttum samfelagsligum umstøðum og finna nýskapandi loysnir upp á nýggjar avbjóðingar.

Samstarv og felagsskapir: Virkið samstarv millum almennar myndugleikar, privata vinnulívi, fakfeløg og borgarnar í samfelagum kann styrkja um ávirkanina av politiskum avgerðum.

Málbar úrslit: Tað er alneyðugt at hava greið mál og máta, hvussu tey verða fylgd. Hetta skapar eina mentan, sum miðar eftir at fáa úrslit og loyvir støðugum framburði.

Almenni geirin, ábyrgd og endamál

Men hvat er og hvat ger almenni geirin, hvør er ábyrgdin, og hvat er endamálið við honum?

Almenni geirin er tann parturin av búskapinum, sum fevnir um teir stovnar og feløg, sum landið og kommunurnar eiga og reka. Tað almenna hevur ábyrgd av at veita hópin av tænastum og funktiónum, sum hava til endamáls at stuðla samfelagsins felags tørvi og vælferð.

Høvuðsøkini í almenna geiranum eru m.a.:

Útbúgving: Tað eru skúlar, háskúlar og aðrir útbúgvingarstovnar.

Heilsuverk: Tað eru sjúkrahús, læknamiðstøðir og heilsuverk.

Almannaveitingar: Tað er eftirløn, kontantar veitingar og aðrar sosialar stuðulsskipanir.

Almenn fyrisiting: Tað er fyrisiting, løgregla, dómstólar og verja.

Undirstøðukervi og veiting: Tað er m.a. vegir, almenn samferðsla og vatn- og orkuveiting.

Fíggingin

Hvussu verður alt hetta so fíggjað?

Tað almenna verður fyrst og fremst fíggjað við skatti og avgjøldum, sum borgarar og vinnulív rinda. Hesin peningur verður brúktur til at gjalda útreiðslurnar, sum eru knýttar at tí at veita almennar tænastur.

Endamál

Hvat er so endamálið við almenna geiranum?

Tað almenna miðar eftir at tryggja:

  • Javnbjóðis atgongd til alneyðugar tænastur fyri allar borgarar.
  • Væl virkandi undirstøðukervi.
  • Sosial rættvísi og trygd.

Í stuttum kann sigast, at tað almenna víkir frá tí privata geiranum á tann hátt, at tað privata verður rikið av fyritøkum og einstaklingum við tí fyri eyga at fáa vinning burturúr.

Spillandi tungur

Tað er syrgiligt, at vit eisini síggja, at fyrrverandi politikarar eru komnir í kórið hjá borgarliga veinginum, sum saman við einstaklingum javnan sverta alment sett starvsfólk til.

Tað harmuliga av øllum er, at flestu okkara yppa øksl og ikki gera okkum far um, hvussu stóran skaða útspillandi tungurnar gera mótvegis almennum starvsfólkum og starvsplássi teirra.

Vit sum fakfelag hjá stórsta partinum av teimum, sum starvast í almennu fyrisitingini, hava helst gjørt ov lítið við at verja okkara limir, vit hava líkasum tagt tað burtur, og tað kunnu vit nú síggja sum eitt stórt mistak.

Í seinastuni hava tveir fyrrverandi, tá framstandandi, politikarar, í útvarpskjaksending beinleiðis niðurgjørt og spilt almenn og kommunal starvsfólk út og hava pástaði, at hesi starvsfólkini í almennari tænastu, ikki gera nakað til nýttu.

Hvat er hetta fyri retorikkur frá tveimum sokallaðum fyrrverandi topp-politikkarum? Teir skuldu skammast, báðir tveir.

Teir eftirlýsa, hví Búskaparráðið ikki kannar almennu umsitingina, og so pástendur annar teirra, sum hevur eitt hav av peikifingrum frá Løgtingsins Umboðsmanni ímóti sær, at um so ein triðingur av almennu starvsfólkunum fóru til hús, hevði eingin uppdagað nakað sum helst.

Harra Gud, hvat hugsar maðurin, sum seinastu tíðina hevur sett eina rúgvu av starvsfólkum í sína egnu kommunalu umsiting?

Hesir báðir, sum annars fyri tað mesta eru skilamenn, hava her helst mist tráðin og samband við sunna fornuft.

Verður ein lygn søgd nóg ofta, byrjar sjálvt tann mest ivasami at trúgva tí, ið sagt verður, og tað er helst her, hesir fyrrverandi politikarar, eru endaðir.

Eg vóni ikki, at flokspolitisku partafólk teirra eru við at detta í somu grøv, men framhaldandi verja okkara vælvirkandi almennu fyrisiting.

Latið tykkum ikki ávirka, men haldið fast í tí, sum er eftir, og byggið víðari á tað, sum vit hava.

Súni Selfoss, formaður

Starvsfelagið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder