Politikkur

Ver vælkomið lítla barn

 Fyrr í ár gjørdust vit 54.000 fólk í Føroyum.

2022-11-21 13:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Helst er tað búskaparliga framgongdin seinastu árini, ið er orsøk til, at tað gerst hugaligari at búgva í Føroyum, føroyingum at takka. Føroyskar kvinnur og menn eru millum ídnastu fólkasløg í heiminum, og arbeiða ikki bara fyri búskaparvøkstri um dagin, men sanniliga eisini fyri fólkavøkstri um kvøldið. 

Føroyar eru í serstøðu í Norðanlondum og eitt eindømi í Evropa, tá ið tað ræður um at føða børn. Føroyskar kvinnur føða í miðal 2,6 børn pr. kvinnu, meðan kvinnur í hinum norðurlondunum til samanberingar føða millum 1,7 – 1,9 barn í miðal. At talið ikki er lægri, er helst teimum mongu muslimsku kvinnunum fyri at takka. Tað er ein sannroynd at føroysk familjubond eru sterk og velja alsamt fleiri familjur í dag eisini Føroyar til heldur enn frá. Úrslitið er, at vit í dag kunnu fegnast um, at vit eru vorðin 54.000 íbúgvar.

Børnini eru okkara framtíð, og vilja vit tryggja teimum bestu byrjanina upp á lívið, eins og trygg og góð barnaár her í Føroyum.

Eitt barn skal altíð vera vælkomið í Føroyum, og eigur tað ikki at vera neyðugt at planleggja barnsburð, men skulu foreldrini hava frælsi at skipa teirra barsil eftir teirra tørvi!

Tryggar familjur eru grundvøllurin undir einum sterkum samfelag. Tí vilja vit í Fólkaflokkinum arbeiða fyri, at: 

  • Peningurin til ansing skal fylgja barninum.
  • Hækka barnafrádráttin
  • Hækka hámarksupphæddina fyri barsilsútgjaldinum, og
  • Tryggja at foreldur fáa frælsi at skipa barsilin sínamillum, sum tey sjálvi ynskja.

Grímur Sundstein, Fólkaflokkurin

Valevnið til løgtingsvalið 8. desember 2022

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder