Politikkur

Veljarafundur verður í Listastovuni í kvøld

Vit í felagnum fyri Listastovuna ynskja at geva okkara íkast til fólkaræði, og skipa tí fyri einum veljarafundi týskvøldið 6. desembur kl 18.00 í Listastovuni.

2022-12-06 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ætlanin er at skipa fundin sum eitt sofaprát, við fleiri umførum, har tvey/trý valevni práta saman um eitt ávíst evni, sett av einum verti.

Endamálið er ikki at valevnini skulu leggja í krovi á hvørjum øðrum, men vit ynskja at fáa eitt siðiligt og mentað kjak um hvørjar avbjóðingar, møguleikar og ætlanir okkara valevni í oynni ynskja at loysa og fremja.

Evnini fyri kvøldið eru:
• Mentan, list og útbúgving
• Integratión
• Hvussu menna vit Vágar við fleiri arbeiðsplássum

Møguligt verður at keypa sær ein kopp kaffi, práta og møguliga spyrja og fáa svar uppá onkrar spurningar, fyri at kunna taka eina góða og vælumhugsaða støðu til hvør skal hava tína atkvøðu hósdagin 8. desembur.

Kom og ver við, og gev títt íkast til fólkaræðið, soleiðis at vit seta mentan, integratión og Vágar á breddan.

Um tað ikki liggur fyri at koma í Listastovuna, so ber til at fylgja við á JN.fo sum stroymir frá tiltakinum.

The Art & Culture House Listastovan is hosting an event on the upcoming general election on the Faroe Islands on Tuesday December 6th at 18.00 in Listastovan. The general election is on December 8th.

All political parties will be represented with one or two candidates from each party. The organised, but relaxed panel discussion will be on the subject of:
• Culture, arts and education
• Integration
• Future of Vágar

Unfortunately the panel discussion will be in Faroese, but bring a local Faroese person who can help translate, and of course you are welcome to ask questions, also in English.

Come and hear what our local politicians think of culture, integration and what their plans are for Vágar regarding new job opportunities etc. regardless if you are able to vote or not. This is your future too.

It will also be possible to watch the event online on www.jn.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder