Politikkur

Vel ófødda barnið - ikki Javnaðarflokkin

Fosturtøka er tann størsti moralski trupulleikin í okkara tíð. Vit búgva í einum heimi har uml. 55% av øll menniskjum doyggja av fosturtøku – eitt ræðandi hagtal (kelda: WHO). Í Føroyum liggur hetta talið á ca. 7% í 2020 (Hagstovan).

2022-12-06 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Til hetta Løgtingsvalið hoyra vit fleiri valevnir tosa um, at tey ynskja at vit skulu hava fría fosturtøku í Føroyum.

Hjá Javnaðarflokkinum hava flestu valevnir meldað greitt út, at tey stuðla fríari fosturtøku. Tá Pro Vita spurdi øll teirra valevnir, um tey vóru fyri ella ímóti fríari fosturtøku, so var tað ikki eitt einasta valevni, ið segði seg vera ímóti. Tað sama var galdandi fyri Tjóðveldi og Framsókn.

Við hagtølunum omanfyri, ímynda tær so hvussu stóran konsekvens tað kann fáa, at atkvøða uppá ein flokk, ið hond í hond gongur inn fyri fríari fosturtøku.

Í Sambandsflokkinum søgdu uml. helvtin av teimum, ið svaraðu, at tey vóru fyri fríari fosturtøku. Tað var eisini okkurt valevni hjá Fólkaflokkinum, ið var fyri hesum. Hvørgan av hesum flokkunum lova tær, at tey standa saman um rættin til lív, men góðtaka hinvegin gleðiliga at teirra tinglimir atkvøða fyri fríari fosturtøku.


Eg vil spyrja tykkum ið velja Javnaðarflokkin, um tit vilja atkvøða fyri einum flokki, ið gongur fremst í stríðinum fyri at gera fosturtøku frítt í Føroyum. Hvat við tykkum, ið umhugsa at velja Tjóðveldi ella Framsókn?

Um tú velur Fólkaflokkin ella Sambandsflokkin, kanst tú so liva við, at tín atkvøða kann enda í hondinum á einum tinglimi, ið kemur at atkvøða fyri fríari fosturtøku?


Kjakið um fosturtøku fer uttan iva at koma inn í Løgtingssalin í komandi tingskeiði. Tað verður tó valið hósdagin t. 8. desembur, ið avgerð, um tað málið fer at snúgva seg um at verja rættin til lív hjá tí ófødda barninum, ella frátaka tí hesum.

Um tú vilt verða vísur í, at tín atkvøða fer til at verja rættin til lív, so er Miðflokkurin einasta trygga valið. Hugsa um hetta!


Aksel Kambsskarð Berg

Valevni

Miðflokkurin

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder