Politikkur

Vegleiðing um tíðarfreistir í sambandi við løgtingsvalið 2022

Víst verður annars til løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Løgtingið við seinni broytingum

2022-11-09 17:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

9. novembur 2022

 

(§ 15, stk. 2)

Løgmaður ásetur valdagin at verða 8. desembur 2022.

Løgmaður boðar samstundis løgtingsvalnevndini frá hesum.

Løgtingsvalnevndin sendir skjótast gjørligt øllum valstýrum boð.

Brævatkvøður




(§ 37, stk. 1)

Sjófólk og onnur, sum ikki halda seg verða heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu atkvøða við brævi í fyrsta lagi 4 mánaðir undan valdegnum. (8. august 2022)

Í øðrum førum skal brævatkvøðuseðilin vera útfyltur í fyrsta lagi 1 viku undan valdegnum (1. desembur 2022)

9. novembur 2022

 

(§§ 3 og 5)

Tá ið val er útskrivað, verða vallistarnir gjørdir við fólkayvirlitinum sum grundarlag.

Eru fleiri valstøð í somu kommunu, verður ein listi gjørdur fyri hvørt øki.

Skjótast til ber eftir 9. novembur 2022


(§ 6)

Skjótast til ber, eftir at valið er útskrivað, skulu vallistarnir leggjast fram til alment eftirlit og liggja frammi í minsta lagi í eina viku á einum stað ella eftir umstøðunum á fleiri støðum í kommununi, sum liggja høgliga fyri hjá íbúgvunum.

Eftir 9. novembur 2022

(§ 6, stk. 2)

Beint sum vallistarnir eru gjørdir, sendir kommunustýrið teimum veljarum, sum førdir eru á vallista í kommununi, valkort.

Eftir 9. novembur 2022

(§ 7)

Kommunustýrið skal uttan drál viðgera innkomnar kærur sambært § 6.

10. novembur 2022 kl. 18.00

(§ 15, stk. 3)

Seinasta freist at boða landsstýrismanninum frá stovnan av nýggjum flokki.

16. novembur 2022


(§ 15, stk. 3)

Seinasta freist hjá løgtingsformanninum at boða landsstýrinum frá, hvørjir flokkar við seinasta løgtingsval fingu umboðan á tingi og framvegis eru umboðaðir har.

Skjótast gjørligt eftir

16. novembur 2022


(§ 16, stk. 1 og 2)

Løgmaður gevur hvørjum flokki eina bókstavamerking, sum nýtt verður til valevnalistarnar hjá flokkinum.

Løgmaður boðar frá, hvørjir flokkar hava rætt til at taka lut í valinum og hvørja bókstavamerking hvør flokkur hevur fingið til sínar valevnalistar.

17. novembur 2022

(§ 1, stk. 2, í kunngerðini um lesandi uttanlands)

Seinasta freist hjá kommununum at taka avgerð um upptøku á vallista av persónum, ið hava valrætt, hóast teir ikki hava tilhald í Føroyum (lesandi uttanlands).

24. novembur 2022, kl. 18.00

(§ 17, stk. 4)

Seinasta freist at lata formanninum í løgtingsvalnevndini valevnalistar.

24 tíma freist



(§ 17, stk. 9)

Heldur løgtingsvalnevndin, at ein rættstundis innlatin valevnalisti er so ófullfíggjaður, at neyðugt er at ógilda hann, skal nevndin beinanvegin boða viðkomandi umboði fyri flokkin ella stillara frá hesum og geva honum høvi til innan 24 tímar at bøta um brekið.

Skjótast møguligt eftir   24. novembur 2022 kl. 18.00

(§ 13, stk. 1)

Formaðurin í løgtingsvalnevndini útvegar neyðugar atkvøðuseðlar til valið.


Sum skjótast eftir 24. novembur 2022 kl. 18.00

 (§ 13, stk. 2)

Løgtingsvalnevndin sendir valstýrunum atkvøðuseðlar í neyðugum tali.

24. novembur 2022



(§ 8, stk. 2)

Seinasta freist fyri striking av vallista ella upptøku á vallista.

Persónur, sum stendur á vallista, skal, um hann meldar flyting úr kommununi, strikast á vallistanum í kommununi, hann flytur úr, og setast á vallista í kommununi, hann flytur í.

28. novembur 2022

 

 

 

 

 

 

(§ 6, stk. 3)

Seinasta freist hjá landsstýrismanninum at kunngera dag og tíð fyri valið. Samstundis skal landsstýrismaðurin kunna um, at

1) vallistar liggja frammi til alment innlit,

2) valkort verða send út, og at

3) avvarðandi kommunum skulu stílast kærur um:

    a) at persónur ikki er komin á vallistan,

    b) at persónur at órøttum er tikin við, og um

    c) vantandi valkort ella valkort við villu ella mangli.

1. desembur 2022

(§ 37, stk. 1)

Sjófólk og onnur, sum ikki halda seg verða heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu atkvøða við brævi í fyrsta lagi 4 mánaðir undan valdegnum.

Í øðrum førum skal brævatkvøðuseðilin vera útfyltur í fyrsta lagi 1 viku undan valdegnum.

7. desembur 2022

(§ 37, stk. 2)

Seinasta freist at atkvøða við brævi.

Atkvøðuseðilin skal vera komin fram til valstaðið, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar.

Til og við 8. desembur 2022

(§ 7)

Kommunustýrið kann rætta villur ella manglar í valkorti ella vallista til og við valdegnum. Kommunustýrið skal uttan drál viðgera innkomnar kærur eftir § 6.

8. desembur 2022, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar (§ 41)

Brævatkvøðurnar skulu vera valstýrinum í hendi.



8. desembur 2022, kl. 10.00 til 20.00

(§ 22)

Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 fyrrapart og heldur fram til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

8. desembur 2022 kl. 20.00, ella tá ið atkvøðugreiðslan er lokin

(§ 28, stk. 1 og § 29, stk. 2)

So skjótt sum atkvøðugreiðslan er lokin, fer atkvøðuteljingin fram. Hon er almenn.

Úrslitið verður ført í valbókina, og fráboðan verður skjótast gjørligt send landsstýrismanninum, sum fráboðað er undan valinum. Úrslitið skal eisini kunngerast fyri teimum hjástøddu.

Skjótast gjørligt eftir at atkvøðuteljingin er lokin

(§ 29, stk. 3)

Formaðurin í valstýrinum sendir skjótast gjørligt í innsiglaðum pakka formanninum í løgtingsvalnevndini allar vallistar, atkvøðuseðlar og útskrift úr valbókini.

15. desembur 2022

(§ 30, stk. 1, og § 32, stk. 3 og 4)

Seinasta freist hjá  løgtingsvalnevndini at gera valið endaliga upp.

Løgtingsvalnevndin gevur øllum teimum valdu eitt valbræv.Løgtingsvalnevndin sendir landsstýrismanni atkvøðutilfarið og váttaða útskrift av valbókini. Atkvøðutilfarið verður goymt í eitt ár og skal síðani forkomast.

16. desembur 2022

(§ 14, stk. 2)

Í seinasta lagi dagin eftir at valið er endaliga uppgjørt, skal formaðurin í løgtingsvalnevndini senda landsstýrismanninum eina váttaða útskrift úr gerðabókini um, hvat ið ført er í gerðabókina um valið.

20. desembur 2022 kl. 10.00

(§ 44, stk. 1 og 2)

Klagur um løgtingsval skulu vera Løgtingsskrivstovuni, Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208, 110 Tórshavn, í hendi fyri kl. 10.00. Løgtingið ger av gildi av vali av tingmonnum, og um ein tingmaður hevur mist valbærið.

Tá ið nývalda løgtingið er sett

Løgtingsmenn verða valdir fyri fýra ár í senn. Løgtingsumboð, ið verið hava, falla burtur, tá ið nývalda Løgtingið er sett.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder