2026-01-12 13:00
Krígssavnið:
Vegakervið í Vágum hoknaði undan, tá talið av akførum í oynni vaks úr 10 til 270, uppá fáar mánaðir í 1942- Tveir bretskir bilførarar doyðu og fleiri fingu skaða
Tá bretsku herdeildirnar í 1942 komu til Vágar fyri at byggja flogstøðina, vóru tað mong viðurskifti í oynni, sum brádliga broyttust. Ein av teimum mest sjónligu broytingunum sást aftur í vegakervinum.
Við hermonnunum komu eisini hundraðavís av tungum hernaðarakførum – so sum lastbilar, gravimaskinur, kranabilar og onnur akfør – til eina oyggj, har vegakervið var smalt og ójavnt og upprunaliga ætlað hestavognum og smáum akførum.
Hetta hevði við sær, at vegirnir í oynni í fleiri førum skrædnaðu undan teimum tungu akførunum. Hetta seinkaði ikki einans arbeiðinum, sum skuldi gerast, men var eisini orsøk til, at tveir bretskir bilførarar doyðu, og at fleiri fingu skaða. Eisini vóru fleiri ferðsluóhapp, har sivil fólk vórðu skødd.
Í hesum sambandi valdi hervaldið, í samráð við teir lokalu myndugleikarnar, at gera alt vegakervið í Vágum av nýggjum – heilt frá Sørvági til Sandavágs. Hetta var eitt stórarbeiði. Men væl gekst, og tað vardi ikki leingi, áðrenn oyggin hevði breiðar, asfalteraðar vegir – nakað sum ikki sást aðrastaðir í Føroyum fyrr enn nógv ár seinni.
Sambært bretskum uppgerðum vóru í Vágum í 1942 umleið 260 hernaðarakfør og bert 10 sivil akfør. Samlað í Føroyum vóru umleið 344 hernaðarakfør og 185 sivil akfør, um hesa tíð.
Fyri at betra um trygdina áløgdu bretar sínum bilførarum fyrst at fylgja donsku ferðslulógini, tað vil siga at koyra í høgru síðu og halda høgru víkiskyldu. Haraftrat vórðu ferðavmarkingar innførdar, so tað bert var loyvt at koyra 16 km um tíman í bygdum øki og 32 km um tíman millum bygdir. Seinni varð farið eitt stig longur, tá vinstrakoyring varð innførd í Vágoynni, so ferðslan betur samsvaraði við bretska siðvenju.
Hetta er eitt av fleiri dømum um, hvussu kríggið beinleiðis broytti gerandisdagin í Vágum. Tey lokalu máttu nú venja seg við tí nógvu ferðsluna, og koyring í vinstru síðu – samstundis sum oyggin upp á stutta tíð fekk eitt modernað vegakervið á altjóða støði, meðan restin av landinum mátti koyra á grúsvegum í mong ártíggjur aftaná.
Keldur:
Krígssavnið.
R.A.F. P.R.O.
N. J. Arge.
J. S. Hansen.
The road network in Vágar collapsed when the number of vehicles on the island increased from 10 to 270 within just a few months in 1942 – two British drivers were killed and several others were injured.
When British military units arrived in Vágar in 1942 to build the airfield, many aspects of life on the island changed abruptly. One of the most visible changes was seen in the road system.
Along with the soldiers came hundreds of heavy military vehicles—such as lorries, excavators, crane trucks, and other vehicles—to an island whose roads were narrow, uneven, and originally intended for horse-drawn carts and small vehicles.
As a result, the roads in several places gave way under the weight of the heavy traffic. This not only delayed the construction work but also led to the deaths of two British drivers and injuries to several others. There were also a number of traffic accidents in which civilians were injured.
In response, the military authorities, in consultation with local officials, decided to rebuild the entire road network in Vágar—from Sørvágur to Sandavágur. This was a major undertaking. However, the work progressed well, and it was not long before the island had wide, asphalted roads—something not seen elsewhere in the Faroe Islands until many years later.
According to British records, there were approximately 260 military vehicles in Vágar in 1942, compared with only 10 civilian vehicles. Across the Faroe Islands as a whole, there were about 344 military vehicles and 185 civilian vehicles at that time.
To improve safety, the British authorities initially required their drivers to follow Danish traffic law, meaning driving on the right-hand side of the road and observing right-of-way rules. Speed limits were also introduced, allowing a maximum of 16 km/h in built-up areas and 32 km/h between settlements.
Later, an even more remarkable step was taken when left-hand driving was introduced on Vágar, so that traffic better matched British driving customs.
This is one of several examples of how the war directly transformed everyday life in Vágar. Local residents now had to adapt to heavy traffic and driving on the left, while at the same time the island rapidly acquired a modern road infrastructure of international standard—while the rest of the Faroe Islands continued to rely on gravel roads for many decades afterward.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald