Politikkur

Stórur áhugi fyri nýggjum íbúðum í Miðvági – fleiri øki verða nú kannað

Ein privat fyritøka hevur keypt eitt grundstykki í Miðvági við ætlan um at byggja fimm nýggjar íbúðir. Áhugin fyri íbúðunum hevur longu víst seg at vera sera stórur, og hetta staðfestir tørvin á fleiri bústøðum í Vága kommunu.

2026-03-13 11:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Verkætlanin er eitt gott dømi um, hvussu privat átøk og kommunal ætlanir kunnu ganga hond í hond fyri at menna ein fjølbroyttan bústaðarmarknað í kommununi. Nýggju íbúðirnar verða ein liður í arbeiðinum at skapa fleiri bústaðarmøguleikar – bæði fyri ung, familjur og eldri borgarar, sum ynskja at búgva í góðum og tíðarhóskandi íbúðum.

Stóri áhugin fyri verkætlanini hevur eisini fingið Vága kommunu at kanna møguleikan fyri at leggja fleiri grundstykkir í sama øki út til íbúðarbygging, har kannað verður, hvussu økið kann skipast, so tað bæði tekur hædd fyri tørvinum á bústøðum og fyri góðari heildarloysn fyri alt økið.

Í Vága kommunu hevur tað leingi verið eitt mál at skapa ein meira fjølbroyttan bústaðarmarknað, har bæði sethús, raðhús og íbúðir eru partur av útboðnum. Hetta er ein týðandi fortreyt fyri at geva fólki møguleika at velja bústaðarform eftir lívsstøðu og tørvi.

Kommunan arbeiðir tí miðvíst við at leggja øki til bústaðarbygging, samstundis sum dentur verður lagdur á góðar loysnir fyri trivnað, atkomu og nærumhvørvi.

Stóri áhugin fyri íbúðunum í Miðvági vísir greitt, at eftirspurningurin eftir slíkum bústøðum er til staðar – og at tað er týdningarmikið at halda fram við at menna nýggjar bústaðarmøguleikar í kommununi.

”Sum kommuna seta vit sera stóran prís uppá og takka privatum fyritøkum sum vilja gera íløgur í okkara kommunu og harvið okkara borgarum,” sigur Bjarni Prior, borgarstjóri.

Vága kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder