Við hægstu normering í landinum, hava vit møguleika fyri at veita bestu tænastu til barnafamiljuna í nútíðarsamfelagnum.
Vit søkja eftir einum ágrýtnum, kveikjandi og ábyrgdarfullum varaleiðara, sum saman við leiðaranum, vil ganga fremst og menna stovnin, har námsfrøði, menning, nærvera og trivnaður millum børn, foreldur og starvsfólk hevur hægstu raðfesting.
Starvið
Sum varaleiðari í Miðgarði, hevur tú møguleika, at gerast partur av einum stovni í menning, og seta tín dám og tína ávirkan á námsfrøðiligu kósina, saman við okkum. Tú fært bæði leiðslu uppgávur, umsitingarligar og námsfrøðiligar uppgávur.
Vit kunnu bjóða tær ein gerandisdag, har ongin dagur er eins, men har tú hevur møguleika fyri at seta tín dám á, við tínari persónligheit, tínum førleikum og royndum. Har tú gerast partur av einum umhvørvi, har tað er pláss fyri nýskapan og har tú kanst vera við til at víðari menna stovnin. Eitt áhugavert arbeiðspláss, við dugnaligum starvsfólkum, har trivnaður og faklig menning hevur høga raðfesting. Og har tað eru góðir møguleikar fyri persónligari og fakligari menning.
Vit vænta av tær, at tú:
• Er útbúgving námsfrøðingur við royndum á námsfrøðiliga økinum
• Hevur ynski um at taka leiðsluábyrgd og ganga á odda í námsfrøðiliga arbeiðinum
• Hevur royndir við ymiskum toghaldara funktiónum
• Megnar at kveikja og leiða starvsfólk
• Megnar at arbeiða við námsfrøðiligari praksis og ganga á odda við at seta í verk
• Hevur eina breiða fakliga vitan um børn í 0 - 7 ár aldrinum
• Kann vegleiða og fylgja upp uppá børn við serligum avbjóðingum
• Er virkin í at tryggja eitt gott og sunt arbeiðsumhvørvi
• Brennir fyri at arbeiða við menniskjum
• Tekur ábyrgd og skapar bestu karmarnar fyri námsfrøðiligari menning
• Hevur ein álitisskapandi og viðurkennandi leiðslustíl
• Megnar at taka avgerðir, tá tað er neyðugt
• Hevur eina jaliga persónligheit og smittandi orku í samskiftinum við onnur
Um Miðgarð
Miðgarður liggur mitt í Miðvági tætt við fjall og fjørðu, viðarlund og áir. Nærumhvørvið er partur av okkara dagligdegi, s.s. at vitja høllina á skúlanum og venja á vøllinum.
Vága kommuna hevur avgjørt, at menna eitt dygdargott barnagarðstilboð í kommununi og í hesum sambandið er eitt leiðslutoymi skipað, sum hevur ábyrgd av at framtíðartryggja tænastustøðið, soleiðis at tað verður lættari at vera barn, foreldur og starvsfólk. Málið er, at menna og samskipa eitt dygdargott, lærandi umhvørvi í Miðgarði, og tryggja at tænastur og mannagongdir støðugt dagførast, mennast og verða samskift hóskandi í stovninum.
Hetta merkir, at tú kemur ikki at standa einsamallur, men verður stuðlaður og vegleiddur í tínum arbeiði og fakpersónligu menning.
Í Miðgarði síggja vit tað sum okkara fremstu uppgávu, at skapa eina góða relatión við barnið og foreldrini, og vit skipa arbeiðið soleiðis, at tað hóskar til tørvin hjá tí einstaka barninum og familjum teirra. Arbeiði byggir á nærveru og tekur støðið í virðisprofilinum og barnaáskoðanini hjá Miðgarði. Vit hava niðurskrivað uppgávubýtið millum námsfrøðingar og hjálparfólk, so øll kenna sína uppgávu. Hetta og okkara arbeiðshættir ber til at lesa meira um á okkara heimasíðu www.midgardur.fo.
Okkara ynski er at vera ein burðardyggur dagstovnur, ið virðismetir náttúrunnar ringrás. Ynskir tú at verða partur av hesum spennandi arbeiðsplássi, er bara at søkja. Vit gleða okkum til at hoyra frá tær.
Løn og setanartreytir:
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Søk starvið við at klikkja á Søk nú knøttin á høgru síðu. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 12. juli 2024.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Majbritt Poulsen, leiðara, á tlf. 794510.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald