Greinin var um SÍF og umstøðurnar til fótbólt á Valloyruni í Sandavági frá aldarskiftinum 1900 og 50 ár fram. Og hetta var næstan sum at raka seymin beint á høvdið, tí í bygdini Praze-An-Beble í Cornwall í Suðurbretlandi við knapt 700 íbúgvum sat maður við nógvum ósvaraðum spurningum.
Leon Gladwell, sum var farin í holt við at skriva eina bók um fótbóltsvøllir kring alt Europa, hevði valt sær tveir føroyskar leikvøllir burtur úr rúgvuni, tveir sum hann sá sum nakað serstakt. Hesir vóru í Fløtugerði í Fuglafirði, heimavøllurin hjá ÍF, og á Valloyruni í Sandavági, sum var heimavøllur hjá SÍF, og í dag er annar heimavøllurin hjá 07 Vestur.
Tá Leon varð spurdur, hví hann hevði valt júst hesar báðar vøllirnar úr Føroyum, var svarið, at hesir eftir hansara tykki lýstu føroyska landslagið best.
Í Fløtugerði í Fuglafirði. Mynd: Fótbóltssamband Føroya.
Í Fuglafirði er høgt laðaður grótgarður, sum øll fótbóltsáhugað hava lagt merki til, og áskoðaraplássini eru út í eitt við lendið omanfyri, og síðst, men ikki minst, frábæra vakra útsýnið í tríggjar ættir yvir høgu fjøllini frá vøllinum.
Valloyran varð vald av nøkulunda somu orsøk. Fjøllini vøkur, og landslagið ikki minni við bátahyli til fiskibátar, og so fótbóltsvøllurin umgirdur av privatum bústøðum, og har ímillum hús við flagtekju. Men vakra kirkjan, sum Magnus á Kamarinum úr Havn teknaði og stóð fyri at smíða í 1917, gjørdi sítt til, at valið fall á Valloyruna.
Sandavágur, kirkjan og Valloyran eru miðdepil í bygdini. Mynd: Jan Erik Simonsen.
Vit báðir, Leon Gladwell, avgjørdu, at eg skuldi umseta greinina “Sandavágs Bóltfelag sær dagsins ljós” til enskt, tí har fekk hann tað mesta av tí, hann hevði brúk fyri. Afturat tí kom annað tilfar um 07 Vestur undan kavi, sum eisini varð umsett.
Heimildarmaður í Fuglafirði hjá Leon Gladwell var skyldmaðurin Petur S. Simonsen, sum hevur skrivað søguna hjá Ítróttarfelag Fuglafjarðar, ÍF. Petur kenna tey flestu frá drúgvum arbeiði í FSF, fótbóltinum at frama.
“European Football’s Greatest Grounds”
Og nú er bókin liðug og kemur alment út 2. desember í 2024. Bókin “European Football’s Greatest Grounds”, er úrslit av miðvísum uppsamlingararbeiði í tvey og eitt hálvt ár. Leon hevur hetta tíðarskeiðið ferðast 71 túrar í Europa, frá Armenia í eystri til Azorurnar í vestri, og frá sunnast í Italia til norðast í Norðurnoregi. Fleiri enn 200.000 kilometrar eru lagdir afturum hesi 2,5 árini, og tiknar eru fleiri enn 8000 myndir á ferðini.
Framsíðan á bókini “European Football’s Greatest Grounds”. Eitt hundrað fótbóltsvøllir, ið mugu upplivast.
Top-100 í Europa
Leon Gladwell hevur valt eitt hundrað serstakar fótbóltsvøllir í Europa at mynda bókina. Í 2022 hevði hann ein lista við 600 leikvøllum, men so skuldi veljast og vrakast. Og til síðst vóru 100 leikvøllir eftir, sum hann hevur sett upp í nummarrøð, soleiðis sum hann metir ávísa vøllin og kringumstøðurnar at vera nakað serstakt. Føroyar hava tveir vøllir á topp 100 listanum. Vøllurin í Fløtugerði í Fuglafirði er nummar 21. Og Valloyran í Sandavági er nummar 85.
Kort við teimum 100 leikvøllunum, ið Leon Gladwell hevur valt at hava við í nýggju bók síni.
Um rithøvundin
Leon Gladwell má sigast at vera eldhugaður fótbóltsfjeppari. Tí seinastu 30 árini hevur hann vitjað fleiri enn 3000 leikvøllir kring heimin. Hann er søgufrøðingur í fótbólti og hevur skrivað og tikið myndir til eina rúgvu av greinum til fótbóltsbløðini 11Freunde, Copa90 og Santos.
Í 2016 gav hann út bókina “Beyond the Turnstiles”, sum er myndabók um fótbólt í Stórabretlandi og í Europa. Har eru myndir frá leikvøllum, hann hevur vitjað í sambandi við greinskriving.
Íblásturin fær hann frá øðrum fótbóltsrithøvundum, millum aðrar Simon Inglis og Hans van der Meer. Eisini hava bøkurnar hjá Cal Flynn og Tim Marshall, vakt hansara áhuga.
Leon Gladwell, rithøvundur og søgufrøðingur í fótbólti.
Fótbóltur er fólkslig undirhaldsmentan
Fyri at nevna nøkur tøl úr bókini í sambandi við fótbólt í Europa, kann sigast, at mett verður, at 31.000 fótbóltsfeløg eru í Týsklandi, í Spania er eitt fótbóltsfelag fyri hvørjar 2270 íbúgvar, og í lítlu Føroyum eru 26 fótbóltsvøllir til gott og væl 50.000 íbúgvar. Og “sum prikkurin yvir i’num hevur lítla bygdin Embid-de-la-Ribera í Spania, við einans 53 íbúgvum, eisini fótbóltsvøll. Við hesum kann staðfestast, at fótbóltur er fólkslig undirhaldsmentan kring alt Europa og allan heim.
Bókin “European Football’s Greatest Grounds” telur 355 síður og er skrivað á enskum máli. Hon kemur út alment tann 2. desember í 2024, men kann longu nú bíleggjast á millum annað Amazon.com
Jan Erik Simonsen
Baksíðan á bókini “European Football’s Greatest Grounds”, ið verður givin út hjá forlagnum Pitch Publishing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald