2025-12-07 16:09
Øll fólk kunnu altíð koma í kirkju, og vit hava einki at gera við, hvussu ofta ella sjáldan tey koma, men vit kunnu siga eitt, at tann, sum bara hoyrir prædikutekstin úr Lukas evangelium kap. 2. vers 1-20, veit ikki, hvat tað er fyri ein søga, hann er byrjaður at lurta eftir. Tann størsti parturin er eftir. Hvussu lítið vita vit um lívið og yrkið hjá einari menniskju, um vit bara vita um tað, meðan tað lá í vøgguni? Jólini kunnu tí ikki standa einsamøll, tað hoyrir eisini ein krossur og einar páskir við. Hetta verða vit mint um 2. jóladag í kirkjuni. Krubban gjørdist einaferð til ein kross. So lík vóru byrjannin og endin á Jesu foldarlívi, hvat viðvíkur tí legu, vit reiddu honum. Legg merkið til: fyrsta song hansara var av træ, tveir bjálkar negldir saman eftir longdini til eina krubbu. Seinasta song hansara var eisini av træ, tveir bjálkar negldir saman, hesaferð bara uppá tvørs, til ein kross.
Men eisini hesum kundi Guð venda til tað góða. Hann tók krossin inn í sína ætlan. Hann segði ikki nei takk til eina krubbu, og hann segði heldur ikki nei takk til ein kross. At tað var satt, sum einglarnir sungu jólanátt: Tykkum er í dag ein frelsari føddur, var prógvað langa fríggjadag og páskamorgun.
Men krubban og krossurin hoyra farnari tíð til. Fara vit í dag ein túr til Betlehems reint giografiskt, finna vit ivaleyst bæði okkurt fjós og onkra krubbu, men einki Jesusbarn er í teimum. Tann krubban, ið var hansara, er langt síðani fúna burtur. Heldur ikki ber til at leggja leiðina VIA DOLOROSA niðan á heyggin Golgata og síggja hann hanga á krossinum. Eisini alt hetta er burtur. Tí mugu vit leita til okkara triðju hátíð, hvítusnnu. Har fáa vit at vita, at Jesus ikki bara einaferð í søguni var her, men at hann nú er her í við anda sínum í kirkju síni. Krubban og krossurin eru nakað, sum var, kirkjan - altso ekklesia - er nakað, sum er. Hon fúnar ikki, tí sum tað stendur: Helheims portur skal ikki fáa vald á henni. Barnið í krubbuni og maðurin á krossinum, gjørdist til kirkjunnar Harri.
Tað er helst soleiðis, tíverri, at jól eru farin at stavast við G heldur enn við J: Grann, gávur, góðgæti, gás, grísur, gin, glitur, greytur. Men Jól stavast nú einaferð við J, tí jól eru Jesus.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald