2024-06-26 15:18

Vagn Foldbo er settur í starv sum deildarleiðari í Undirvísingarstýrinum frá 1. august 2024. Vagn kemur at standa á odda fyri deildini fyri undirvísing, dygd og tænastur.
Hann kemur úr starvinum, sum skúlastjóri á Skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík, har hann hevur verið síðan 2015. Hann hevur drúgvar leiðsluroyndir umframt holla teoretiskar førleikar.
Undirvísingarstýrið ynskir Vagni hjartaliga vælkomnum í nýggja starvið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald