Politikkur

Vága kommuna hevur eina visjón, ið eitur at verða ein framfýsin og fevnandi kommuna

Framburður krevur mangan nýhugsan og at royna ógongdar leiðir. Vit mugu tora at taka avgerðir, ið gagna allar kommununi og arbeiða okkum øllum at frama. Vága kommuna skal verða ein góð kommuna fyri allar borgarar og øll skulu hava møguleikar at trívast og virka í kommununi. Vit mugu gera slóðina heldur enn at elta hana.

2024-11-11 23:22 Author image
-
placeholder

Skulu vit verða ein fevnandi kommuna, so mugu vit vilja hvønn annan og leggja felagsskapin og felagskensluna niður í okkara børn. Síðani skulu vit taka væl ímóti fólki, ið búseta seg hjá okkum og fáa tey til ein virknan part av okkara samfelag, so at vit á tann hátt gerast mentanarliga og menniskjaliga ríkari. Tí hvat er tað sum veruliga hevur týdning í lívinum hjá okkum øllum? Tað er menniskjuni rundan um okkum! Vit hava skyldu til at byggja eitt gott og trygt samfelag til tey, ið koma aftan á okkum.

Latið okkum flyta Vága kommunu framá og saman taka tey tøk, ið skulu takast fyri framtíðini hjá Vága kommunu. Tað er neyðugt at leggja langtíðar ætlanir, ið eru væl grundaðar við atliti til náttúru, burðardygd og í tráð við tað visjón og ynski vit øll hava fyri kommuna.

Uttan greið mál og greiðar ætlanir um hvussu hesi mál kunnu røkkast, so pjøssa vit uppá trupulleikarnar.

Vel ábyrgd, vel nærlagni og vel loysnir

Saman eru vit sterkari!

X við Borgaralistan
X við Jon Ingi Wiberg

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder