Røða fyri David Johannesen
Góði David og góðu áhoyrarar!
Vit eru í dag savnað til eitt heilt serligt høvi. Tað er mær ein stór gleði og heiður at kunna standa her sum borgarstjóri og heiðra teg David, sum í dag fyllir 75 ár. Vit høvdu ætlað at skipa fyri einum hátíðarhaldi, í samband við mentanarvikuna Maisól, fyri at heiðra teg fyri títt trúgva yrki sum prestur og allan tann skaldskap tú hevur lagt úr hondum. Men vit hildu at vit heldur skuldu taka teg á bóli her á 75ára føðingardegi tínum, her tú verður fagnaður av familju, vinum, kirkjufólki og kenningum.
Tú var í føstum starvi í 35ár, sum prestur í Vága prestagjaldi, frá 1. august 1977 til 1. august 2012, men hevur tú árini eftir hetta, javnan staði á prædikustólinum, sum avloysari og til serlig høvi. Títt lív og verk er ein søga um trúgv, kærleika og tænastu.
Tað munnu vera fáar bygdir, sum heimbygdin Miðvágur, sum hevur fostrað so nógv skrivandi fólk. Vit kunnu nevna nakrar, eitt nú Jens Christian Svabo, Mikkjal á Ryggi, Gudmund Bruun, Rasmus á Háskúlanum, Harry Birtilíð, Jens Eli Ellefsen, Petur Jakku Haraldsen, Sámal Ravnsfjall, Valdemar á Løgmansbø og fleiri við. Og tú David, hevur av sonnum skriva teg inn í hendan arvin við tínum egna skaldskapi, týðingum og arbeiði.
Tín skaldskapur handlar nógv um trúgv, kærleika og tolsemi, og við tínum yrkingum og tekstum hevur tú verið ein kelda til íblástur og troyst, og tú hevur megnað at seta orð á kenslur og tankar, sum hava rørt hjørtuni hjá mongum.
Eg havi talt tríggjar skaldsøgur, fimm yrkingasøvn, umframt hópin av greinum, týðingum, lestrum og stuttsøgur og hugleiðingar, og sálmar sum eru at finna í sálmabókini.
Tað er við stoltleika, at Vága kommuna í dag heiðrar teg David, við hesum heiðursbrævi, sum Mentanar- og trivnaðarnevndin einmælt samtykti at lata tær sum tøkk fyri títt ótroyttiliga arbeiði sum prestur. Hetta er ein viðurkenning fyri títt stóra íkast til okkara kirkju, samfelag og mentan. Tín skaldskapur hevur ríka okkara kirkjuliði og ta føroyska málið.
David, vit ynskja tær hjartaliga til lukku við 75 ára degnum. Tú hevur sett tíni spor í okkara hjørtu og okkara mentan, og vit eru ómetaliga takksom fyri títt verk og tín eldhuga.
Við hesum orðum vil eg, vegna Vága kommunu, handa tær hetta heiðursbræv sum eina tøkk frá okkum øllum. Takk fyri títt trúfasta arbeiði, tín kærleika til menniskju og tín vakra skaldskap.
Hjartaliga til lukku, David.
Takk fyri.
Borgarstjórin valdi mitt í røðuni at siga frá nøkrum persónligum minnum og søgum hann hevði um David prest, sum hann vanliga verður nevndur. Borgarstjórin mintist søgurnar frá ommuni um tann fitta og tolna David, ið plagdi at spæla við mammu borgarstjórans, og sambært mammuni, so er David einki broyttur nú 70 ár seinni.
Mentanarvikan Maisól byrjar sunnudagin 26. mai og skráin kann takast niður her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald