2022-06-09 10:24
Fólkaflokkurin:
Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum hevði eina framløgu um fíggjarligu gongdina í føroyska samfelagnum seinastu árini og hvørji útlitini eru fyri framtíðina.
Hann nevndi eisini hvørji líkindi vit hava at seta í verk møguligar hjálparpakkar til tey sum nú eru hart rakt av ógvusligu príshækkingunum.
Evy Jacobsen, stjóri fyri Betri Holding, hevði eina framløgu um fíggjarligu gongdina fyri samtakið. Hon tosaði eisini um rentustøði og hvønn týdning hækkandi rentan hevur fyri tey, sum hava húsalán.
Heri Á Rógvi, búskaparfrøðingur, hevði eina framløgu um hvussu aktuella støðan ávirkar fólk. Hann nevndi, at inflatiónin serliga rakar tey ungu (aldur 18 - 35 ár), sum antin júst hava sett búgv ella royna at seta sær búgv, sera hart.
Síðani var pallborðs orðaskifti. Í panelinum sótu Sólvit Nolsø, landsstýrismaður, Niels Mortensen, stjóri fyri SMS-samtakið, Johnny Í Grótinum, búskaparfrøðingur og Sonja J. Jógvansdóttir, samskipari í Samtak.
Orðstýrari var Jón Brian Hvidtfeldt.
Fundurin var serstakliga áhugaverdur.
Kjakið var lívligt og fólk fingu sera nógv at vita um aktuellu støðuna og hvar politiska skipanin arbeiðir við í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald