Vinna

Útgávutiltak: Krypto og list í kvøld

Í sambandi við útgávuna av fyrstu kryptofrímerkjunum í Norðurlondum, Stamps of Maybe, bjóðar Posta til spennandi tiltak í kvøld kl. 17.00 í Perluni. 

2023-06-16 13:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Tíðindaskriv


Í skjótt 50 ár hava føroysk frímerkir spælt ein týðandi leiklut í at spjaða føroyska mentan, list og náttúru til savnarar og áhugað kring heimin. Føroysk frímerkir eru kend fyri at boða frá nýhugsan, og ongantíð áður eru kryptofrímerkir útgivin í Norðurlondum.


Krypto og list er eitt forkunnugt og ókeypis tiltak, sum bæði hugkveikir og kunnar um mentan, list og um hesa serstøku fyrstuútgávuna frá Frímerkjadeildini á Posta.


Hvat eru kryptofrímerkir? Hvussu kann list gerast talgild, og hvussu kemur føroysk mentan til sjóndar gjøgnum eitt nú nýggjastu útgávuna hjá Posta? Hetta og mangt annað verður á skránni, tá ið listakvinna og arkitektur, Laila Mote, Heiðrik á Heygum umframt Frímerkjadeildin leggja fram.


Heiðrik á Heygum og Guðrið Hansdóttir framføra.


Tiltakið byrjar kl. 17.00. Sí meira á vanganum hjá Posta á sosialum miðlum.


Høvi verður at fáa sær okkurt gott og leskiligt til góman.


Avmarkað pláss er til tilkakið.


Vit gleða okkum at síggja teg.

Posta

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder