Mentan

Útgávu konsert í Listastovuni sunnukvøldið

Sunnukvøldið 30 mars kl. 19.00 verður forkunnug útgávukonsert við Benjamin Rajani. Jónas Gaard sum vit kenna frá sangunum Farin, Hon er mítt heim v.m. hitar upp til konsertina.

2025-03-29 15:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Benjamin Rajani er ein føroyskur sangari og sangskrivari, ið skrivar nemandi yrkingar og fangandi løg. Tónleikurin er eyðkendur av norðurlendskum sorgblídni við íblástri frá eitt nú Sigur Rós og Neil Young.

Keyp atgongumerki her.

Í gjár útgav Benjamin sína debut heildarútgávu “Tá hvørt ljós líkist tær”.

12 føroyskir sangir eru á útgávuni, og tríggir teirra eru longu útgivnir sum stakløg: “Royni enn at gloyma”, “Mánakvøld”, og “Lívsins balkong”. Hesi stakløgini hava verið væl móttikin, og hava millum annað ført til eina grein í stóra danska tónleikablaðnum GAFFA, umframt eina samrøðu og avspælingar á DR P5.

Heildarútgávan er ein ambitiøs verkætlan sum Benjamin hevur arbeitt uppá í meir enn fýra ár. Hon er framleidd í Keypmannahavn av navnframa Esben Svane (Kalaset, Hjalmer, Beinir). Sangirnir snúgva seg m.a. um kærleika, nostalgi, vinarbond og hjartasorg. Tónleikurin á plátuni hevur ein serligan 60’ara dám, við strúkara- og blásaraútsetingum ið eru inspireraðar av The Beatles og The Beach Boys. 

Manningin er:

Benjamin Rajani: Gittar, sang

Jónas Gaard: Gittar, banjo, el gittar

Aksel Remmel: Klaver

Hjørtur Háberg: Trummir

Ari Seward: Bass

Møguligt verður at keypa nýggju plátuna hjá Benjamin Rajani á vinyl.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder