Vinna

Útflutningurin av fiskavørum vaksin 1,5 milliardir krónur

Útflutningurin av fiskavørum vaks 1,5 milliardir krónur í 2021 í mun til 2020. Hetta er ein 20% vøkstur í útflutningsvirðinum. Útflutta nøgdin vaks 3%. Sostatt er útflutningurin methøgur.

2022-02-17 09:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Tað er vøkstur í flest øllum vørubólkum og í virði er tað serliga útflutningurin av laksi, sum ger mun. Har er vøksturin 1,2 milliardir krónur. Útflutningvirðið av upsa er minkað eitt lítið vet, ella 3,5%.

Vøruútflutningur í virði skiftur á høvuðsvørubólkar

Januar – desember 2020/2021



januar – desembermunur

20202021mió. kr.%





Tilsamans8.400,810.025,91.625,219,3
Fiskavøruútflutningur7.719,09.257,81.538,919,9
Toskur842,5881,939,44,7
Upsi257,8248,7-9,0-3,5
Hýsa159,5177,618,111,4
Makrelur984,21.021,136,93,7
Sild618,9706,787,814,2
Svartkjaftur139,4137,5-1,9-1,4
Svartkalvi87,967,8-20,1-22,9
Laksur3.313,24.492,01.178,835,6
Slógv og fiskaúrdráttir196,0166,4-29,6-15,1
Annar fiskur1.119,61.358,0238,521,3
Aðrar vørur457,1570,8113,724,9
Skip og flogfør224,8197,3-27,4-12,2






Vøkstur í útflutninginum til Amerika

Amerikanski marknaðurin er lutfalsliga vaksin mest, har útflutningsvirðið er hækkað 50% í 2021. Mesti vøksturin stavar frá laksaútflutninginum.

Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.Útflutningur skiftir á landaøkiØll londNorðurlondEvropa annarsAfrikaAmerikaAsiaOsiania og póløkiniÓkent198819901992199419961998200020022004200620082010201220142016201820202000202005001.0001.5001.122,4 mió. kr.

Fiskavøruútflutningur

Útflutta nøgdin av upsa er minkað við 12% niður í 9.556 tons, sum er tað lægsta nakrantíð. Hóast nøgdin av sild er minkað við 10,3% er útflutningsvirðið hækkað 14,2%.

Fiskavøruútflutningur í nøgd skiftur á høvuðssløg

Januar – desember 2020/2021



januar – desembermunur

20202021tons%





Tilsamans509.132523.73214.6002,9
Toskur20.88520.216-668-3,2
Upsi10.8719.556-1.315-12,1
Hýsa6.6207.33671610,8
Makrelur93.260102.1088.8489,5
Sild104.30893.519-10.789-10,3
Svartkjaftur46.02742.422-3.605-7,8
Svartkalvi2.7932.326-467-16,7
Laksur59.36783.10823.74140,0
Slógv og fiskaúrdráttir84.93359.907-25.026-29,5
Annar fiskur80.068103.23223.16428,9





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder