Politikkur

Unga Tjóðveldið fingið nýggja landsnevnd

Hin 21. mai skipaði Unga Tjóðveldið fyri landsfundi, har nýggj landsnevnd varð vald. Nevndin sær nú soleiðis út:

2022-06-04 11:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Rókur Herup Olsen, formaður
Bjørk Sørensen, næstforkvinna
Jóhannis Erlendsson, kassameistari
Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge, skrivari
Benjamin Thomassen, nevndarlimur
Bjørg Hoydal Brimnes, nevndarlimur 
Jógvan Jón Henriksen, nevndarlimur
Marta Djurhuus, nevndarlimur

Vit eru sera fegin um, at vit hava fingið so breitt fevnandi nevnd, við limum úr fleiri økjum í landinum enn áður. Eisini hevur nevndin fulla javnstøðu, og tað hevur formansskapurin eisini.

Vit hava sett okkum nøkur mál, at arbeiða við komandi tíðina, sum vit meta vera alneyðug at varpa ljós á. Hesi eru:

Ung skulu hava bestu byrjanina uppá arbeiðslívið: Korini hjá ungum arbeiðsfólki skulu betrast – við serligum atliti at korunum hjá lærlingum.

Rætt til egið land: Vit mugu flyta okkum framá móti fullveldinum. Vit eiga hetta landið og eiga at taka allar avgerðir um Føroyar sjálvi. Tað átti at verið minstamark hjá øllum flokkum. Tíverri góðtekur samgongan at fleiri málsøki verða flutt aftur á danskar hendur.

Rætt at liva í tryggleika: Ongin skal liva í fátækradømi í Føroyum og øll skulu hava rætt til tak yvir høvdið. Samgongan kann ikki blíva við at ignorera bústaðarneyðina.

Rætt til eina grøna framtíð: Vit mugu hava verulig framstig á orku- og umhvørvisøkinum, ikki bert føgur orð, sum vit hava sæð higartil. Grøna orkuskiftið má vera sosialt rættvíst og náttúran má eisini sleppa at vera vill við vilja

Lær meg á mínum egna máli: Alt undirvísingartilfar í skúlunum eigur at vera á føroyskum. Tað hevði bara kostað 16 mió. um árið í trý ár, at fingið alt undirvísingartilfar í miðnámsskúlunum á føroyskum. Tað einasta sum manglar er politiski viljin.

Landsnevnd Unga Tjóðveldisins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder