Mentan

UMRÁÐANDI AT LÓGARTRYGGJA RÆTTIN AT VERA Í NÁTTÚRUNI

Óluvá Zachariassen skrivar.

Systrarnar - Óluvá Zachariassen og Guðrun Zachariassen

Systrarnar - Óluvá Zachariassen og Guðrun Zachariassen

2024-02-12 18:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Síðan uppskotið um burðardygga ferðavinnu varð lagt fram fyri tveimum vikum síðan, er ein øgilig mobilisering farin fram, sum skal fáa tinglimir at venda uppskotinum bakið. Upskotið fer at knúsa náttúruna, landbúnaðin, mentanina, bygdirnar, privata initiativið - ja hetta er sum at tvangsflyta fólk, var tað onkur sum hótti við. Ongin endi tykist vera á allari elendigheitini, sum hetta uppskotið viðførir. Og miðlarnir hava dúgliga runnið aftaná, og sera fáar nuansur eru í tí, sum kemur fram.
Eg eri sjálv bygdafólk, havi jørð og seyð og elski náttúruna. Og eg haldi, at uppskotið er eitt stórt framstig. Eg fegnist almikið um, at uppskotið leggur upp til at lógartryggja rættin at ferðast frítt í náttúruni og fram við strondini. Hetta er upp á hægstu tíð! Sjálvsagt skulu landsins borgarar kunna leita sær út í náttúruna. Føroyingar hava altíð verið góðir við náttúruna og gingið í haganum. Hesa siðvenjuna eru vit faktisk við at knúsa við hesum nýggja rákinum við gjaldsportrunum og retorikkinum seinastu árini.
"Jamen, føroyingar sleppa at ganga frítt og skulu ikki gjalda" verður ofta sagt. Ein púra ørur setningur faktisk. Sjálvandi skulu teir ganga frítt. Hetta skal ikki vera upp á nakra náði frá mær sum festara ella einum ognarfólki, sum hevur keypt sær jørð og seyð. Rætturin má og skal tryggjast í lóg.
Vit hava dømir um, at føroyingar, sum eru farnir sunnudagstúr í hagan, eru meldaðir fyri at fara út um bøgarðarnar. Eg haldi, at flestu okkara eru samd í, at hetta er púra burtur úr vón og viti. Er tað nakað, sum fer at oyðileggja okkara mentan, okkara fatan av at vera føroyingar og okkara alsk til náttúruna, so er tað júst slíkir tilstandir, at fólk ikki longur tora út í náttúruna. Tí hastar tað at lógartryggja rættin at vera í náttúruni!
Tað týdningarmesta fyri meg er, at borgarar í Føroyum kunnu ganga frítt í egnum landi. Fleiri halda, at tað er fínt at útlendsk ferðafólk gjalda fyri at fara út í hagan. Eg skilji sum so ta tankagongdina, men persónliga haldi eg ikki, at vit festarar ella ognarar skulu hava rættin at taka gongugjald. Eg haldi ikki, at gjaldsportur og gongugjald er ferðavinna. Gjaldsportur eru gjaldsportur.
Eg óttist fyri, at eitt gongugjald kann gerast ein boomerangur. Tað kann tykjast freistandi nú. Men vandi er fyri, at um vit knæseta prinsippið um gongugjald, kann landbúnaðarjørðin enda á nøkrum heilt fáum hondum um nøkur ár. Jørðin fer at verða keypt primert við tí fyri eyga at krevja gongugjald (lætt tjentir pengar) og í minni mun fyri sjálvt landbúnaðarvirksemið. Hvør kemur at eiga jørðina tá? Reiðarar? Hotelleigarar í Havn? Útlendingar við onkrum føroyskum strámanni? Eg veit ikki, men eg haldi, at hetta kann vera ein stór hóttan móti okkara mentan, náttúru og landbúnaðarvirksemi.
Eg, eins og flestu føroyingar, vilja varðveita náttúruna. Men vit eru nokk eitt sindur ósamd um, hvat tað er, sum oyðileggur. Eg undrist nógv á hendan eitt sindur arroganta retorikkin, at øll onnur fólk enn bóndin mala, tvassa, tøssa og oyðileggja. Jú, gongd ávirkar. Men tað gera lendisakfør, seyðabit, órudd, rustað hegn, grótbrot o.a. eisini. Skulu vit eymka okkum um náttúruna, so mugu vit taka ALT við. Eisini okkara egnu oyðilegging. Um vit líta okkum íkring at hyggja eftir størstu sárunum í náttúruni, er kanska ein brøkpartur av sliti frá fólki til gongu.
Eg haldi, at vit eiga at hava somu skipan sum flestu av okkara grannalondum hava. Har kunnu øll - eisini vit føroyingar - ganga frítt, men við ábyrgd. Í grannalondunum leggja myndugleikarnir stóran dent á at gera góðar gøtur, tí tey halda tað vera umráðandi at skapa og varðveita tilknýtið millum fólk og náttúru. Tey hava álit á, at landbúnaður og vinnulív hava so mikið gott hugflog, at tey duga at finna aðra inntøkukeldu enn at seta eitt gjaldsportur upp
Sjálv kann eg ofta taka meg í at hugsa, at eg tími ikki at hava so nógv ferðafólk til Føroya. Eg vil helst, at vit hava alt fyri okkum sjálvi  Friðin. Hagan. Bygda- og býarlívið. Men lat okkum ikki gloyma, at vit føroyingar eru millum ídnastu ferðafólk - ja turistar, sum vit kalla útlendingar, ið koma hendanvegin. Vit dáma ikki at síggja okkum sjálvi sum turistar, men tað eru vit, tá vit við óteljandi flogførum valfarta til Gran Canaria, Malorka, Barselona, Italia, Danmarkar og aðrastaðni at ferðast, ganga, sóla okkum, drekka vín, taka myndir av fittum húsum og klæðum á snórinum, fáa d-vitaminir, uppliva náttúruna og so framvegis. Eisini bøndur. Eisini eg

Óluvá Zachariassen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder