Ítróttur

Lættir sigrar fyri Mjølnir og Fleyr

Nummar tvey og trý á stigatalvuni, ávikavist Fleyr og Mjølnir, vunnu lættar sigrar í Hotel Djurhuus-deildini í gjár, tó at Fleyr mundið verið tikið á bóli í fyrsta settinum ímóti Drátti

2025-11-24 09:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hotel Djurhuus-deildin:
Fleyr – Dráttur 3-0 (25-23, 25-18, 25-11)
Tað var um reppið, at Fleyr ikki vann fyrsta settið, tí Dráttur var frammanfyri bæði 19-17 og 23-22, men Fleyr helt høvdið kalt, javnaði, fór framum og vann settbóltin við einum serviessi.
Dráttur fylgdi væl við til 11-13 í øðrum setti, tá munurin vaks upp í sjey stig, sum helt sær restina av settinum, sum Fleyr vann 25-18.

Í triðja setti fór Fleyr við tann spentar ál upp á 14-1, og í sínum 11 servum hevði Hanna Andreasdóttir Olsen fimm ess. Tað var eisini eitt serviess sum endaði ballið, tá Brynja Jákupsdóttir servaði til 25-11.

Mjølnir – TB 3-0 (25-15, 25-12, 25-16)
Í Klaksvík vitjaði TB Mjølnir, og eina løtu sá út sum, at TB fór bjóða heimaliðnum av, tí TB legði seg á odda 9-8 í fyrsta setti, men eftir hetta kom stígur í hjá TB, og Mjølnir vann settið 25-15.

Var nakar spenningur yvirhøvur um restina av dystinum, so hvarv hann alt fyri eitt, tá ið Mjølnir hevði lagt seg á odda 12-1 í øðrum setti, áðrenn tað varð vunnið 25-12.

Líka skjótt gekk í triðja setti, har Mjølnir legði seg á odda 8-2 og 16-8, áðrenn settið varð vunnið 25-16.

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
Nr.
Lið
Dystir
Settmunur
Stig
1
6
12
16
2
Fleyr
6
7
12
3
Mjølnir
5
7
11
4
KÍF
6
-4
7
5
TB
5
-5
5
6
Dráttur
6
-17
0

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder