Vinna

Tyrlan tvær ferðir boðsend eftir útlendskum ferðafólkum í Vágum

Seinnapartin fekk MRCC støðin tvær fráboðanir um at neyðugt var at fáa bjargingartyrluni at hjálpa útlendskum ferðafólkum

2026-06-18 22:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 14 í dag fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at ein útlendsk kvinna hevði fingið skaða við Trælanípu. Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum flutti kvinnuna á Landssjúkrahúsið.

Klokkan 14:51 fekk MRCC støðin aftur eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt eitt útlendsk ferðafólk. Ein maður hevði fingið skaða omanfyri Gásadal. Boð blivu send eftir bjargingartyrluni, sum fór eftir manninum, og flutti hann oman til vegin. Sjúkrabilur flutti síðani mannin á Landssjúkrahúsið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder