Vitjað varð á sambýlunum á Húsadalsvegi og Ovarivegi í Sørvági, á Skáanum, á Dreymsóljuni í Miðvági og á sambýlinum á Traðarvegi í Sandavági.
Á vitjanini fekk landsstýriskvinnan høvi at síggja umstøðurnar og práta við fólkini, sum búgva ella hava sína dagligu gongd á ymsu støðunum, umframt starvsfólk og leiðslu.
Landsstýriskvinnan vitjaði eisini á Leitisvegi í Miðvági, har verandi ogn verður dagførd og umvæld til eitt sambýli við sjey búplássum til fólk við menningartarni og autismu. Harumframt vitjaði hon grundøkið við síðuna av, har farið verður undir at byggja Sambýlið í Birtulíð í næstum. Har verða 12 búpláss til fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum. Talan er um tvey sjálvstøðug sambýli, sum verða skipað við atliti at ymisku tørvunum hjá húsfólkunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald