2024-04-05 07:51
Klokkan 03:32 í gjár fekk MRCC støðin eina fráboðan úr Íslandi um, at neyðugt var at fáa flutt ein sjúkling av Norrønu.
Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, at fara eftir sjúklinginum umborð á Norrønu. Norrøna var tá stadd millum Ísland og Føroyar - umleið 105 fjórðingar úr Føroyum.
Bjargingartyrlan flutti sjúklingin á Landssjúkrahúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald