2024-07-09 06:30
Klokkan 12:50 í gjár fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at brúk var fyri at fáa flutt ein persón av ferðamannaskipinum AZAMARA QUEST, sum annars skal vitja á Runavík í dag.
Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum fór til AZAMARA QUEST. Tað var tá 120 sjómíl í ein útnyrðing úr Føroyum.
2 tímar og 22 minuttir seinni lendi bjargingartyrlan við Landssjúkrahúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald