2023-01-08 13:47
BORGARAFUNDUR TÝSD. 24. JAN. 2023.
Týskvøldið 24. Januar kl. 19.00 verður borgarafundur hildin í SALT.
Fundurin verður hildin í samband við ætlanina hjá P/F Varðin Pelagic at byggja Protein & Lýsiverksmiðju á Tvøroyri. Ætlanin við fundinum er at geva P/F Varðin Pelagic høvi at greiða frá ætlanini, so borgararnir fáa innlit í málið og fáa møguleika at seta spurningar.
Skrá fyri fundin:
⦁ Borgarstjórin bjóðar vælkomin
⦁ P/F Varðin Pelagic greiðir frá um ætlanirnar og gongdina í málinum
⦁ Møguleiki at seta spurninga
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald