Annað

Turtildúgva í Sørvági

Ì fjúrtan dagar hevur ein Turtildúgva (Streptopelia turtur) vitja í Sørvági.

2024-05-21 22:32 Author image
Rodmund á Kelduni
placeholder
Turtildúgva yvur vetrar sunnan fyri Sahara og er flytingin millum búðstøð í Europa, miðeysturi og naka inn í Russland frá yvurvetringar støðunum sunnan fyri Sahara vorðin sera torfør tey seinastu mongu árini, hettar er grunda á, at Sahara breiður seg norður yvur og at sera nógv óskipað veiða eftur eitt nú Turtildúgvum í miðalhavs londunum.
Ì Onglandi (suður Bretlandi) er Turtildúgvan eisini minka sera nógv í tali grunda á ógvusliga minkan at nýtiligum búðøkum sum eru tikin til landbúnaðarøkir. Ì løtuni bendur einki á at niðurgongdin í stovninum fer at steðga, heldur tvørt í móti.
Tí er Turtildúgvan sjáldsom at síggja hjá okkum her úti í Norður atlantshavið og kunnu vit vænta at tað verður longuri í millum at vit síggja hesar sera vøkru dúgvur um okkara leiðir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder