2026-02-20 12:25
Tróndur í Gøtu er komin undan Íslandi, við 450 tonsum av lodnu, sum teir skulu landa á Tvøroyri í morgin.
Í dag eru teir á Fuglafirði, har teir leggja nótina, sum teir hava brúkt til lodnfiskiskap, upp hjá Vónini.
So verður bíðað til svartkjafturin kemur aftur í føroyskan sjógv, tað plagar hann at koma fyrst í apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald