Vinna

Tróndur í Gøtu hevur nú fiskað svartkjaftakvotuna

Tróndur í Gøtu, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu vestur í Føroyum, kom í nátt á Fuglafjørð.

2023-05-10 08:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tróndur í Gøtu hevur henda túrin fiskað 1500 tons av svartkjafti, og er kvotan nú fiskað hjá teimum. 

Tróndur í Gøtu landar henda túrin til Høvdavirkið í Leirvík, og Havsbrún í Fuglafirði. Í løtuni landar Fagraberg til Havsbrún, og aftaná teir eigur Arctic Voyager landingartørn, áðrenn Tróndur sleppir framat.

Føroysku skipini hava nú fiskað 295.000 tons av svartkjafti, og eru tí minni enn 100.000 tons eftir at fiskað hjá føroysku skipunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder